Nú fer Sinnisbati, sum er felagið hjá sálarsjúkum og teirra avvarðani, at handa eina sálarheilsuvirðisløn. Hetta er fyrstu ferð at ein slík virðisløn verður latin, og hon verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum er tann 10. Oktober.
Hetta er ein virðisløn, sum verður handað einum einstaklingi, ella einum felagi, sum hava verið við til at varpa ljós á sálarheilsu. Talan kann eisini vera um eitt fólk, ella eitt felag, ið hava virkað fyri at fremja sálarheilsuna ella sum hava verið við til at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku og teirra avvarðandi.
– Stórt arbeiði verður gjørt kring landið á hesum økinum hvønn dag, men vit hoyra tíanverri sjáldan tær góðu søgurnar, halda tey í Sinnisbata.
– Nógv fólk geva hvønn dag eitt stórt íkast, sum hevur uppiborðið at verða heiðrað og tí fer Sinnisbati nú at handa ársins Sálarheilsuvirðisløn.
Øll kunnu koma við uppskotum um, hvør skal hava Sálarheilsuvirðislønina, men tey skulu vera Sinnisbata í hendi í seinasta lagi 1. oktober.
Ein dómsnevnd ger síðani av, hvør skal hava heiðurin av at fáa fyrstu Sálarheilsuvirðislønina, sigur Sinnisbati.