Tað var væntandi, at viðurskiftini við Danmark fóru at seta sín serliga dám á hetta valstríðið. Kortini eru vit nøkur, ið hava roynt at ført fram, at veruleikin ikki er so einfaldur, at alt verður so sára gott, bara vit loysa frá Danmark.
? Eg trúgvi í øllum førum ikki uppá, at vit føroyingar brádliga fara at duga so væl at umsita hetta samfelagið, bara tí vit loysa. Tað ber ikki til at vera so bláoygdur at halda, at tað kemur sum eitt sjokk til okkum, at nú ber alt til ? nú kunnu allir trupulleikar loysast.
Vit í Javnaðarflokkinum vilja tvørtur ímóti fyrst og fremst tryggja vælferðina ? vit vilja tryggja, at fólkið hevur góð kor og tryggar umstøður at liva undir, tí tað er tað, sum er avgerandi.
Vit siga ikki, sum valevnið Tjóðveldisfloksins segði á valfundi í Nólsoy. Hann bar saman føroyingar við pisurnar, ið verða floygdar á hvørjum ári. Tær kasta seg av eggini ? og út í leysa luft. Nakrar teirra klára tað væl, og flúgva út í heimin. Men helmingurin klárar tað ikki ? tær enda á sjónum.
Tjóðveldismaðurin helt fyri, at tær sterku tjóðveldispisurnar kláraðu tað ? og so kundu sambandspisurnar sigla sín egna sjógv.
Hetta er júst munurin millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin. Vit vilja tryggja vælferðina hjá øllum pisunum. Vit vilja tryggja vælferðina hjá øllum føroyingum.
Áðrenn loysingin kemur á skránna ? eru nøkur viðurskiftini, vit skulu hava í huga: at framvegis eru fleiri túsund arbeiðsleysir landsmenn, at útbúgvingarstuðulin er afturútsigldur ? og at hann í dag er 44,6% lægri, enn hann var fyri tíggju árum síðani. Vit eiga eisini at hava í huga, at pensjónsviðurskiftini eru afturútsigld, at innanoyggja samferðslan er í skeljasori og at spurningurin um uttanlandsskuldina er óloystur. Veruleikin er eisini tann, at bankaendurgjaldið hongur í leysum lofti, at marknatrætan við bretar er óloyst og at stórar ábøtur krevjast í heilsuverkinum.
Javnaðarflokkurin kennir tað eisini sum sína skyldu at bøta um skúlaverkið, sum liggur í órøkt. Vit kunnu eisini staðfesta, at fiskiríkidømið verður søplað burtur, at stórur partur av fiskinum fer rundur av landinum, og at menningin av nýggjum vinnum er steðgað upp. Annað týdningarmikið mál fyri framtíð okkara er, at marknaviðurskiftini alsamt verða verri.
At vit føroyingar eru fræls menniskju merkir, at vit hava trygg og góð kor at liva undir. Tað hava vit ikki í dag, og tað hava vit ikki fyrr enn nevndu mál, og onnur við, verða loyst.
Javnaðarflokkurin hevur spælt út við uppskoti um eina sjálvstýrislóg, sum m. a. skal innihalda greiðar reglur um, hvussu vit loysa, um fólkið einaferð ynskir tað.
Vit tú sum vit ? at førdur verður ein politikkur, ið hevur tað eina endamálið: At skapa góð og trygg kor fyri hvønn einstakan borgara í Føroyum ? so vel Javnaðarflokkin hósdagin
Gott javnaðarval
Eirikur Lindenskov,
Javnaðarflokkurin