Vit keyptu brennievni fyri 334 milliónir krónur meiri enn í 2017

Innflutningurin í fjør var 7,7 milliardir krónur, sum er 467 milliónir krónur meiri enn í 2017, skrivar Hagstovan.

 

Næstan allur vøksturin stavar frá brennievni. Í fjør innfluttu vit brennievni fyri 1,3 milliardir krónur, sum er 334 milliónir krónur meiri enn árið frammanundan. Tað er ein vøkstur upp á 35 prosent.

 

Innflutningurin av maskinum og amboðum er voksin við 174 milliónum krónum, upp í 1 milliard, meðan innflutningurin av tilfari til byggivinnuna í fjør var 815 milliónir krónur, 124 milliónir krónur meiri enn í 2017.

 

Innflutningurin av tilfari til skip og flogfør minkaði við næstan eini helvt, úr 399 milliónum krónum niður í 213 milliónir krónur, meðan innflutningurin av rávørum til fiskavirking minkaði við 71 milliónum krónum, niður í 232 milliónir krónur.