Vit koyra ongan á dyr

Støðan er ørkymlandi, heldur leiðaran á Herberginum hjá Frelsunnarherinum í Havn

- Vit koyra ongan á dyr!

Tað staðfestir Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunnarherinum í Havn.

Á herberginum halda tey eisini jól, við góðum mati, gávum,sangi og tí, sum annars hoyrir jólunum til.

Í Herberginum byrja jólini av álvara nú klokkan í morgun, jólaaftansmorgun, tá ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, støkka inn á gólvið at fáa morgundrekka.

- Har hava vit eina hugnaliga løtu saman. Vit syngja nakrar jólasangir og teir fáa eitt gott prát við tey, sum brúka Herbergið.


Annars fáa tey góðan døgverða, mandlurís, karamellur, gávur og annað, sum tey flestu seta í samband við eitt gott jólahald.

- Tað eru nógv fólk, sum koma við gávum til tey, sum eru í Herberginum á jólum, og herbergið fer eisini góðan avsláttur í ymsum handlum, sigur Martin Kúrberg.

Tað eru 11 fólk, sum búgva fast á Herberginum, men onkur av teimum hildu jól aðrastaðni.

Men tað, sum ørkymlar leiðaran, er, at í fjør komu eisini 10 onnur fólk, sum annars ikki brúka plagdu brúka Herbergið, í Herbergið at halda jól.

- Hetta eru fólk, sum eru einsamøll. Men hetta er kanska ein annar bólkur av einsamøllum enn tey, sum halda jól í KFUK.

- Tað kann vera fólk, sum hava trupulleikar av misbrúki, og tað kann vera fólk sum hava sálarligar trupulleikar. Ella tað kann vera fólk, sum bara føla seg einsamøll, og sum føla seg væl í Herberginum, tí vit koyra ongan á dyr, sigur Martin Kúrberg.

Tilsamans vóru tað sostatt 18 fólk, sum hildu jól í Herberginum í fjør

- Vit vilja, at tað skal líkast so nógv einum heimi sum gjørligt og tí royna vit at halda eini so vanlig jól sum gjørligt.

- Jólamánaðurin er tungur hjá nógvum, tí tey hava øll hildið eini onnur jól enn á herberginum. Og tað er ein langur vegur frá jólunum, tey einaferð høvdu, til at halda jól í Herberginum, og innast inni vilja nógv av teimum bara hava jólini afturum, sigur Martin Kúrberg.