Ert tú fyri, at Føroyar taka ímóti flóttafólkum?
- Eg eri sjálvandi fyri, at vit skulu hjálpa, har neyðin rakar, herundir veita teimum hjálp, sum eru rikin frá húsi, heimi og kanska enntá heimlandi sínum.
Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður.
- Eingin okkara, sum í dag liva í tryggleika og friði, eiga sjálvi æruna fyri, at so er. Tað kundi eins væl verið vit, sum vóru flóttar, og ein dag verða tað kanska eftirkomarar okkara, sum hava tørv á hjálp annara.
Jenis av Rana vísir á, at vit føroyingar ongar serstakar eginleikar hava fram um hesi, sum í dag líða neyð og forfylging - annað enn, at vit vóru á røttum staði til rætta tíð, hvat trygd og vælferð viðvíkur.
- Tað er eftir míni meting ein skylda hjá tí vælbjargaða at hjálpa teimum, sum ikki fingu somu fyrimunir her í lívinum - hjálpa, bæði her á landi og um allan heim.
Men, hvussu metir Jenis av Rana, at Føroyar eru fyri at taka ímóti flóttafólkum?
- Okkum tørvar at skipa arbeiðið, men hetta má ikki gerast ein koddi fyri einki at gera her og nú. Hóskandi er, meðan vit gera fyrireikingar, at hækka bæði menningar- og neyðhjálpina til virðiligar upphæddir! sigur løgtingsmaðurin.