Avleiðingarnar verða alt ov stórar, um vit ikki gevast við at hava alt fokus á koronu.
Tað sigur nýggi heilsumálaráðharrin í Stórabretlandi, Sajid Javid, við Sky News.
– Økingin í smittutalinum hevur ikki við sær somu øking í innleggingum og deyðsfølllum. Tað er tí, at koppsetingin riggar, og tað er tað, sum koppsetingin er til, sigur hann.
– Vit kunnu ikki liva í einum heimi, har vit bert hugsa um covid-19, og har vit ikki hugsa um aðrar heilstrupulleikar, búskapin og útbúgving. Vit verða noydd at líta á koppsetingina, sum tíbetur riggar, sigur Sajid Javid.
Hann sigur, at hann er skelkaður av, hvussu stórt eftirsleip er í bretska heilsuverkinum, tí so stór orka hevur verið løgd í at basa koronusmittuni seinastu 16 mánaðirnar.
– Umleið sjey milliónir fólk hava ikki sett seg í samband við heilsuverkið við teirra heilsutrupulleikum hesa tíðina við farsóttini. Vit mugu raðfesta hesar heilsutrupulleikar eisini. Tað kann ikki bert snúgva seg um covid-19, sigur Sajid Javid við Sky News.
Bors Johnson, forsætismálaráðharri, hevur boðað frá, at Stórabretland letur fult uppaftur tann 19. juli.