Tórshavnar Kommuna kann ikki gera parkeringspláss til allar føroyingar. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Hann svarar nú atfinningum ímóti umstøðunum at parkera í Havn, aftur.
Løgtingið hevur viðgjørt ferðslulógina og í hesum sambandi funnust summir tinglimir at Tórshavar Býráð, tí parkeringsviðurskiftini í Havn eru so vánalig. Hinvegin vísir borgarstjórin á, at ta er Landið sum fær allan vegskattin.
Les eisini: Ein plága fyri øll at koma til Havnar við bili
- Tað er heilt greitt, at Tórshavnar kommuna kann ikki gera risastórar íløgur í parkeringsøki og parkeringshús til fólk úr øllum landinum, ið koma aðrastaðnis til Havnar í arbeiðsørindum ella øðrum ørindum, sigur Heðin Mortensen
- Sum er hevur Tórshavnar Kommuna eisini stórar útreiðslur av stóra slitinum av píkadekkum, leggur hann afturat.
Les eisini: Parkerings-gularót til Tórshavnar Býráð
Borgarstjórin vísir á, at sum nú er, er tað Fútin, sum umsitur parkeringsskipanina. - Fútin krevur bøturnar, men tá ið umsiting og lønir eru goldnar, fær Tórshavnar kommuna møguliga avlopið av p-gjøldunum. Men er hall, má kommunan gjalda hallið, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at Tórshavnar Býráð liggur ikki á løtu síðuni, tí arbeitt verður við eini ætlan um at umskipa øll parkeringsøkini í Havn.
- Ein partur av stóru arkitektakappingini fyri miðbýin umfatar uppskot um bæði parkeringspláss, parkeringskjallarar og parkeringshús, sigur Heðin Mortensen.
Les eisini: Parkering og fígging av parkeringsøkjum
|