Hóast fólkatalið í Eysturoynni vaks við 106 fólkum samanlagt, so var gongdin beint tann øvugta á Skála. Har minkaði fólkatalið við 18 fólkum.
Hetta er ein lítið hugalig gongd, serliga tá hugsað verður um, at eitt stórt arbeiðspláss er í bygdini.og vit hava spurt bygdarráðsformannin á Skála um hvat hann helt orsøkina vera til fallið.
Kreppan nívir enn
? Eg dugi ikki at siga tær heilt nágreiniliga, men eg haldi, at tað er ein avleiðing av kreppuni, sigur Símun Pauli Berg, bygdaráðsformaður á Skála.
Hann greiðir frá, at skattaprosentið í bygdini er í hægra endanum og tað spælir uttan iva inn, tá bústaður verður valdur, hugleiðir Símun Pauli.
Í hansara tíð, sum bygdaráðsformaður á Skála eru bara bygd tvey hús, og tað sigur eitt sindur.
Men er tað útstykking sum manglar, ella er tað eingin hugur at fara har, útstykkingin er?
? Grundstykkir eru tøk úti á Fløtum, men hóast tey, sum búgva har úti trívast væl, eru umstøðurnar kanska ikki nóg góðar, sigur SímunPauli.
Útstykkingin úti á Fløtum liggur uttanfyri bygdarmarkið og umstøðurnar hjá skúlabørnunum eru ikki serliga góðar, tí myrkt er á vegnum um morgnarnar og nógvir bilar fara framvið.
Hetta kann vera ein orsøk til at fólk velja Skála frá, og fara aðrastaðni at byggja, men tað heldur Símun Pauli kortini ikki at tað er.
? Men tað er ikki óhugsandi, at var útstykkjað inni í bygdini fyri nøkrum árum síðani, so hevði bygdin havt ein náttúrligan vøkstur, men soleiðis var ikki, sigur Símun Pauli.
Væl útbygt
Hinvegin heldur hann, at tað høga skattaprosentið er ein orsøk til, at fólk ikki so fegin velja Skála sum bústað.
? Skattaprosentið er omanfyri 21 og tað trúgvi eg spælir nógv inn.
Orsøkin til, at skattaprosentið er so høgt er, at kommunan kom í fíggjarligt óføri tá ov nógvar verkætlanir kostaðu ov nógvar pengar og skipasmiðjan samstundis fór av knóranum.
? Hetta hevði við sær, at kommunan fór á húsagang so at siga, og tað er nakað sum vit merkja sviðan av enn, sigur Símun Pauli.
Harafturímóti kann hann so fegnast um, at bygdin er sera væl fyri og væl útbygd tá skuldin er afturgoldin.
? Vit hava dagrøkt, eldrabýli, bátahyl, ítróttarhøll, graslíkisvøll og annað, sum kemur øllum til góðar og tað kann gerast ein fyrimunur hjá bygdini tá, sigur Símun Pauli.
Og seinastu árini er av álvara komin gongd aftur á bygdarlívið, hóast fólkatalið er fallið.
Inntøkurnar frá skipasmiðjuni vaksa og lív er komið í so at siga øll tóm hús á Skála og tað fer at hava við sær ein størri trivnað.
? Inntøkan og aktiviteturin frá skipasmiðjuni hevur stóra ávirkan, men tað eru ikki bara skálafólk, sum fáa ágóðan av tí. Eins og við høllini og vøllinum, so fáa nógv onnur fram við Skálafjørðinum gagn av virkseminum. Men tað eru Skálafólk, sum gjalda fyri tað, og tað kostar, sigur bygdaráðsformaðurin, sum kortini ikki letur illa at.