Vit møta Fraklandi ella Slovenia í áttandapartsfinaluni

Dreymurin um at møta Danmark brast, tá Danmark tapti 22-30 ímóti Fraklandi í HM-bólki B

Fyri løtu síðani tapti danska U21 landsliðið 22-30 (9-12) ímóti Fraklandi í bólki B í HM-endaspælinum í Algeria.

 

Úrslitið merkir, at Frakland vinnur bólk B við níggju stigum. Slovenia er nummar tvey við níggju stigum, men verri málúrtøku. Danmark er nummar trý við seks stigum, og Svøríki er nummar fýra við fýra stigum.

 

Úrslitið merkir eisini, at Føroya koma ikki at møta Danmark í áttandapartsfinaluni, sum annars var dreymurin hjá mongum. Føroyar koma nú antin at møta Fraklandi ella Slovenia í áttandapartsfinaluni.


Tapa Føroyar ímóti Ungarn í HM-dystinum, sum byrjar klokkan 18 í kvøld, so skulu Føroyar spæla áttandapartsfinalu ímóti Fraklandi, tí nr. 4 í bólki A spælir ímóti nr. 1 í bólki B. Vinna Føroyar á Ungarn, so skulu vit, sum nr. 3 í bólki A spæla ímóti nr. 2 í bólki B, sum er Slovenia.

 

Um vit skulu spæla áttandapartsfinalu ímóti Fraklandi, so spæla vit tann dystin mikudagin klokkan 14. Um vit vinna á Ungarn, og skulu møta Slovenia, so verður tann dysturin spældur mikukvøldið klokkan 18.30. 

 

Fjórðingsfinalur og plasseringsdystir verða spældir hósdagin 27. juli. 

 

Rás2 sigur frá HM-dystinum millum Føroyar og Ungarn, sum byrjar klokkan 18. Sendingin byrjar klokkan 17.15.