EB/Streymur tapti í dag 2-0 móti KÍ í Klaksvík í einum jøvnum og spennandi dysti. At endaliga úrslitið gjørdist 2-0, skyldast mest av tí, at EB/Streymur seinastu løtuna legði nógv fyri í at fáa útjavnandi málið, og at KÍ tá skoraði 2-0 málið eftir eitt skjótálop.
Petur Asbjørn Lervig frá Rás 2 fekk eftir dystin orðið á EB/Streyma liðskiparin, Rógva Egilstoft Nielsen. Rógvi Egilstoft Nielsen greiddi frá, at EB/Streymur serliga í fyrra hálvleiki spældi ein góðan dyst, men at teir fleiri ferðir manglaðu tær seinastu renningarnar fyri at verða heilt farligir.
Til ber at hoyra samrøðuna við Rógva Egilstoft Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini.