Vit mugu aftur fáa avlop í landskassanum

Eitt komandi landsstýri má seta sær høg langtíðarmál um at fáa eina sunnari javnvág millum inntøkur og útreiðslur landsins, soleiðis at yvirskot aftur verður í roknskapi landskassans.

 

Vit hava havt sera góðar tíðir í Føroyum síðstu mongu árini við stórum vøkstri í búskapinum, øktum lønargjaldingum og hartil ongum arbeiðsloysi í nógv ár.

 

Skattainntøkurnar, bæði frá lønarskatti og partafelagsskatti, eru øktar metnógv síðstu árini. Hartil hevur undanfarna landsstýri álagt fiskivinnuni og alivinnuni munandi gjøld. Allíkavæl hevur hallið síðstu trý árini verið umleið -700 mió. krónur – í bestu tíðum.

 

Øktu skattainntøkurnar og serliga nógv øktu veiðu- og tøkugjøldini hjá fiskivinnuni og alivinnuni hava gjørt tað ov lætt hjá síðstu samgongu at økja munandi um almennu útreiðslurnar.

 

Almennu útreiðslurnar eru øktar so mikið nógv síðstu árini, at undanfarna samgonga ikki sjálv megnaði at síggja vandan, tíansheldur at fremja neyðugar sparingar, men mátti seta eina ”óhefta” nýskipanarnevnd at koma til hjálpar við nøkrum sparingaruppskotum.

 

Eg er púra samdur við fráfarna formannin í Nýskipanarnevndini um, at almenna umsitingin er blivin alt ov stór, ov kostnaðartung og er harumframt helst eisini ov lítið effektiv. Harafturat má spurnartekin setast við, um øktu útreiðslurnar í almennu umsitingini hava givið okkum borgarum og vinnuni eitt nøktandi meirvirði, ella um tær yvirhøvur hava lætt um ella bøtt um nøkur grundleggjandi viðurskifti í samfelagnum.

 

Tað má væl vera soleiðis, at vit borgarar og vinnan, sum rindar skattir og avgjøld í landskassan, mugu kunna seta krøv og spurnatekn við, um okkara skattakrónur verða brúktar á skilabestan hátt.

 

Málið má vera, at vit fáa langtíðarhaldføri í okkara búskap, soleiðis at landskassin frameftir kann hava avlop.

 

Hesum vilja vit í Fólkaflokkinum arbeiða fyri. Ikki tí, at tað verður lætt, men tí, at tað er alneyðugt at fremja landsbúskaparligar broytingar, sum styrkja um haldførið í búskapinum.

 

Vit standa framman fyri stórum avbjóðingum, bæði við øktum rakstrarútreiðslum og nógvum ynskjum um metstórar íløgur í framtíðini.

 

Samstundis mugu vit eisini leita eftir nýggjum inntøkum til landskassan, ið eitt nú kundu komið frá eini komandi oljuvinnu, sum eigur at geva føroyska samfelagnum øktar skattainntøkur í framtíðini.

 

Eg haldi, at vit, ongantíð ov skjótt, eiga at lóggeva eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum ásetir, hvussu nógv landsins útreiðslur og íløgur kunnu vaksa komandi árini.

 

Tú kanst stuðla mær og Fólkaflokkinum við hesum til løgtingsvalið 26. mars.

 

Birgir Nielsen, valevni til løgtingsvalið

 

Valdið til fólkið

 

– Vel Fólkaflokkin 26. mars