?Vit fingu at vita, at gingu vit ikki við til at bróta okkara egna sáttmála, høvdu avleiðingarnar fyri sjúkrasystrarnar verið nógv verri.
? Tí hava vit játtað at vera lagaligar
Seinasta útspælið frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum fyri at fáa játtina í ár at ganga upp, varð gjørt seinnapartin mánadagin.
Tá varð heitt á sjúkrasystrafelagið at gera frávik í sáttmálanum fyri at kunna seta ætlaðu sparitiltøkini í verk.
Felagið fekk hesum á møti, tí tað bleiv upplýst, at tær sjúkrasystrar, hetta umfataði, góðtóku tað.
Joan Ziskason, formaður í sjúkrasystrafelag, sigur, at eftir sáttmálanum eru sjúkrasystrar settar á ávísum deildum.
Ein týðandi táttur í sparitiltøkunum á landssjúkrahúsinum fyri at fáa játtanina í ár at halda er at lata ymsar deildir aftur ávís tíðarskeið, og so at flyta sjúklingar á aðrar deildir, ímeðan deildin, teir lógu, á, eru afturlætin.
Og skal hetta kunna lata seg gera, er neyðugt, at sjúkrasystrar eisini sleppa at flyta ímillum ymsar deildir á Landssjúkrahúsinum.
Orsøkin til, at Landssjúkrahúsið er komið í fíggjarligar trupulleikar nú, er, at starvsfólkið eigur so nógva avspáking til góðar, og hon má fáast frá hondini nú.
Joan Ziskason sigur, at á fundinum við leiðsluna mánadagin, fingu tær at vita, at talan er báði um avspáking, sum starvsfólkið hava upparbeitt sær í ár, men at talan eisini er um avspáking, sum hoyrir til 1996.
Orsøkin til, at so nógv avspáking er á Landssjúkrahúsinum, er tann, at deildirnar eru so illa mannaðar, at hvørja ferð, okkurt starvsfólk ikki er til arbeiðis, skal eykafólk kallast til, og tað er dýrt. Ikki minst er hetta ein stórur trupulleiki í summarferiutíðini.
Men skal henda avspáking fáast frá hondini, er neyðugt at lata ymsar deildir aftur ávís tíðarskeið frá november til januar og at flyta sjúklingar ímillum deildir hesa tíðina.
Men samstundis verður neyðugt at flyta sjúkrasystrarnar ímillum deildirnar fyri at fáa alt at ganga upp.
Og tað játtaðu sjúkrasystrarnar mánadagin, hóast tað býður teimum nógv ímóti at bróta sáttmálan.
Joan Ziskason sigur, at tað er ikki nakað nýtt, at sjúkrasystrar eru fluttar ímillum deildir.
Tað hevur verið vanlig nú í nøkur ár, men heta er fyrstu ferð leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur biðið um loyvi til tess.
Forða fyri uppsagnum
Joan Ziskason sigur, at tað vóru tvær fortreytir fyri, at sjúkrasystrafelagið góðtók hetta sáttmálabrotið.
Onnur fortreytin er, at hetta ber í sær, at fíggjarligu trupulleikarnir á Landssjúkrahúsinum í ár kunnu loysast.
Hin fortreytin var, at sjúkrasystrarnar góðtaka tað.
Joan Ziskason sigur, at hon fekk ta fatan av fundinum við leiðsluna, at gingu sjúkjrasystrarnar ikki við við hetta, høvdu avleiðingarnar verð nogv verri, enn tær verða.
Tí leiðslan segði, at so hevði hon onki val uttan at siga sjúkrasystrar úr starvið og at lata deildir heilt aftur.
Arbeiðið verður ikki samskipað
Joan Zisakson sigur, at tað er stórur saknur á eini leiðslu á Landssjúkrahúsinum sum kann samskipa arbeiðið betri.
? Tað manglar í stórum ein heildarætlan fyri Landssjúkrahúsinum og eina langtíðarætlan fyri, hvat vit vilja við Landsjúkrahúsinum.
? Og vit sakna í stórum ein miðvísan heilsupolitikk.
? Men av tí, at arbeiðið ikki verður samskipað, og av tí at vit hava eina langtíðarætlan enda vit hvørt einasta ár í hesum uppslítandi svansinum við sparitiltøkum, uppsagnarhóttanum o.s.fr.
? Hvat merkir tað í veruleikanum, at so nógv fólk noyðast at avspáka. Tað merkir ikki annað, enn at vit eru undirmannað til dagligt.
Hon sigur, at landssjúkrahúsið er í so stuttum, fíggjarligum tjóðri, at beinanvegin tað minsta, óvæntaða tekur seg upp, er játtanin sprongd.
? Men veruleikin er tíverri, at tað er ongin leiðsla á Landssjúkrahúsinum, sigur formaðurin í sjúkrasystrafelagnum.
Hon sigur, at 24. apríl lótu sjúkrsystrafelagið og serlæknafelagið landsstýrinum uppskot til nýggjan bygnað á Landssjúkrahúsinum
? Men enn er onki hent.
Joan Ziskason sigur, at eftir hennara tykki er leiðsluspurningurin tað, sum er einamest átrokandi at fáa loyst