Vit eru ógvuliga misnøgdir við ítrótarsendingarnar í Sjónvarpi Føroya. Vit halda at tað er heilt út av lagi, at sjónvarpið skal gera so lítið burturúr føroyskum ítrótti.
Heðin Mortensen, formaður í ÍSF heldur, at sjónvarp Føroya vísir føroyskum ítrótti so lítla virðing, at okkurt má gerast.
Tí fer hann einaferð enn at reisa málið um at gera eitt føroyskt ítróttarsjónvarp
Misnøgdin við ítróttartilfarið í sjónvarpinum er gomul og spurningurin hevur fyrr verið frammi um at stovna eina føroyska ítróttarrás.
Einaferð varð enntá søkt um sendiloyvi.
Men Heðin Mortensen sigur, at málið datt niðurfyri aftur, tí eitt skifti tók sjónvarpið seg rættiliga um reiggj og sendi nógvan, føroyskan ítrótt.
Men tað vardi ikki leingi. Nú er at kalla púra ongin ítróttur í sjónvarpinum longur.
Tað tykist, sum um føroyskur ítróttur ikki er nóg góður til sjónvarpið. Hinvegin verða vit fóðrað við donskum og norskum sendingum dag út og dag inn.
Heðin Mortensen heldur avgjørt ikki, at sjónvarpið í hesum sambandi røkir sína uppgávu sum boðberi hjá føroyskari mentan.
Hinvegin heldur hann, at Útvarpið ger eitt megnararbeiði.
Eg haldi, at sjónvarpið mangan gloymir at taka útgangsstøðið í føroysku mentanini og føroyska gerandisdegnum.
Eg var so góðtrúgvin, at eg helt, at tað m.a. var hetta, yvirskotið av Gekkinum skuldi brúkast til.
Tað hava vit so onki sæð til enn, sigur ÍSF forsetin.
Men táið sjónvarpið vísir tí stóra partinum av mentanin, sum eitur ítróttur, so lítlan ans, er tað heilt greitt, at tað kann ikki góðtakast í longdini.
Tí verður neyðugt at finna eitt mótspæl ímóti tí.
Heðin Mortensen heldur, at tað er heilt náttúrligt at reisa málið aftur nú, tí tað ber heldur ikki til at bíða í allar ævir.
Og hann ætlar sær at reisa málið sjálvur.
Ein máti er at reisa málið í ÍSF at vita, um ítróttarsambandið er sinnað at taka málið upp.
Men er ÍSF ikki tað, er tað ein spurningur, um tað ikki kann reisast á øðrum stigi.
Ein møguleiki kundi verið at byrja eitt lokal sjónvarp í Havnini og so latið tað ment seg so líðandi.
Hann heldur, at ein máti er at senda á rás Tórshavn.
Ein annar máti er at skipa tað á sama hátt sum sjónvarpsfeløgini kring landið skipaðu sínar sendingar áðrenn sjónvarp Føroya kom.
Nú á døgum kunnu sjónbond sendast í hvønn krók í landinum og verða víst sama dag.
Hann heldur, at tað er ikki neyðugt at alt er so óluksáliga professionelt- í fyrstuni í hvussu so er. Tað er heldur ikki altíð at tað, sum kemur uttaneftir, er so avbera professionelt.
Hann vísir eisini á, at nú á døgum skal ikki so nógv útgerð til at taka sjónvarpssendingar upp sum fyri 10-15 árum síðani.
Tí er tað blivið nógv bíligari at gera sjónvarp.
Hann vísir eisini á, at ítróttarfólk eru von at gera sjálvboðið arbeiðið, so tað kann væl vera, at tey høvdu verið sinnað at tikið eitt tak í hesum førum eisini
Stórur áhugi
Heðin Mortensen sigur, at hann skilir ikki, hví sjónvarpið ikki ger meiri burturúr føroyskum ítrótti.
Tí tað er púra vist, at áhugin er sera stórur.
Vit vita, hvussu nógv fólk lurtar eftir ítróttarfrásagnunum í útvarpinum.
Og vit vita, hvussu nógv fólk hava hugt eftir teimum føroysku ítróttarsendingunum, sum hava verið. So tí bilar onki, sigur Heðin Mortensen.