Vit mugu skipa viðurskiftini við bátaplássunum

Oyvindur Brimnes leggur dent á, at Landsverk er til at tosa við, men vantandi reaktiónir frá eigarum og kommunu hava havt við sær, at okkurt sterkari nú mátti til

Bátapláss

Eirikur í Jákupsstovu

[email protected]


Landsverk leggur dent á, at fyri teir er talan um eina kommunala uppgávu, sum teir higartil hava loyst. Hesum vilja teir ikki halda fram við, og tí eru kravboðini nú komin.

- Vit royndu fyrst at boða frá. Fyrst í bløðunum, og síðani í brævið til eigararnar. Frá okkara síðu er onki skeivt fari fram. Hetta er í hvussu so er vanliga mannagongdin hjá kommununi og øðrum, men kanska hevur freistin verið ov stutt, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.

Stjórin í Landsverki leggur afturat, at bátaeigararnir ongantíð hava fingið loyvi at liggja, har teir liggja, og teir, sum hava spurt hava eisini fingið at vita, at teir ikki sleppa at liggja har.


Mugu hava skipaði viðurskifti

Stjórin í Landsverki heldur eisini, at skipaði viðurskifti eru ein fyritreyt fyri bátapláss.

- Mann kann bara hugsa sær, um ein bátur legði seg á Tinganesi, tá skuldi onkur nokk talað at. Sjálvandi mugu vit hava skipaði viðurskifti. Bæði innan trygging og vanliga ábyrgdarkenslu, fáa vit ein trupulleika, um okkurt óhapp skuldi hent við Gomlu Rætt, greiðir stjórin frá.


Eru til at tosa við

Frá Landsverki siga teir eisini, at ein dagur ikki skal skilja partarnar og tí verður freistin kanska broytt.

- Skal mann lýsa trupulleikan, er lætt at koma fram til, at freistin á onkran hátt hevur verið rættiliga stutt, men tað kann gott henda seg, at vit broyta freistina, so teir fáa ein livandi kjans at flyta bátarnar. Tí hevði tað verið gott at fingið onkra reaktión frá kommununi, ið hevur ábyrgdina av at útvega bátapláss til íbúgvarnar í kommununi, sigur Oyvindur Brimnes, sum leggur afturat, at henda upprudding verður gjørd alt ov seint, men at nú er mann komin hartil, at skipaði viðurskifti mugu koma viðvíkjandi hesum bátaplássum.

Stutt fyri, at blaðið fór til prentingar komu boð frá Landsverki, at freistin er útsett, tí avgjørt er at fara á fund við kommuna, har finnast skal fram til eina loysn á bátaplássunum.

- Kravið er útsett til eftir fundin, og tað eru helst einar tvær vikur, sigur Oyvindur Brimnes.