Vit mugu vera á toppinum

- Vit fara ikki út at spæla fyri einum málleysum javnleiki, men skulu niðan at skora, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá B36 undan seinna UEFA-Cup dystinum ímóti íslendska liðnum ÍBV av Vestmannaoyggjunum

Eingin ivi er um, at hetta er ein tann besti møguleikin nakað føroyskt felag hevur havt at spæla seg víðari í eini evropeiskari kapping. 1-1 úrslitið á útivølli var eisini tað besta úrslitið, nakað føroyskt lið hevur fingið á útivølli. Ólavsøkuaftan hevur B36 tí ein gyltan møguleika.
- Vit arbeiða víðari við tí, sum eydnaðist væl í Íslandi. Tá spældu allir okkara leikarar ein góðan dyst, og tað er eingin ivi um, at vit mugu vera á toppinum fyri at klára skerini í hesum dystinum, sigur venjarin hjá B36, Sigfríður Clementsen.
B36 hevur tveir ivasamar leikarar til dystin í kvøld. Teir eru Kenneth Jacobsen, ið hevur fingið ein vøddaskaða í vikuni, og Klæmint Matras, sum meiddi sær fótin í seinasta landskappingardystinum ímóti GÍ. Tó er endalig avgerð ikki tikin um, hvørt teir báðir vera partur av hópinum.

Teir eru ávaraðir
Sigfríður Clementsen heldur, at íslendingar vóru tiknir á bóli í fyrra dystinum, og at teir ikki høvdu væntað so sterka mótstøðu frá einum føroyskum liði.
- Tað tóktiskt ikki sum um, at teir vóru fyrireikaðir uppá, at eitt føroyskt lið kundi vera so sterkt, men nú eru teir so ávaraðir og vita, hvat vit kunnu, sigur Sigfríður.
ÍBV leikararnir eru greiðir yvir, at teir skulu niðan at skora minst eitt mál í vanligu leiktíðini fyri at koma víðari. Tí roknar Sigfríður við, at teir fara at royna at leggja hart trýst á B36 verjuna.
Um íslendska spælistílin sigur Sigfríður, at teir eru sterkir kropsliga og spæla hart og kontant. Harumframt eru teirra offensivu leikarar betri enn teir defensivu.
At dysturin verður spældur ólavsøkuaftan kann vera ein fyrimunur hjá B36. Nógv fólk verður væntandi savnað á Tórsvølli til dystin, og tað fer møguliga at motivera leikararnar enn meira.
B36 hevur fleiri royndar leikarar, ið bæði hava spælt nógvar altjóða dystir. Tað eru allarhelst hesir leikararnir, ið skulu ganga á odda í dystinum ímóti ÍBV. Her verður kanska serliga hugsað um Jákup Mikkelsen í málinum, Pól Thorsteinsson í verjuni, Fróða Benjaminsen á miðvøllinum og Allan Mørkøre í álopinum, sum eisini hevur verið sáttmálaleikari í ÍBV.

Spennandi at koma víðari
Kristjan á Neystabø, fyrrverandi formaður í B36, heldur, at útlitini fyri einum góðum úrsliti eru sera góð.
- Um vit skuldu spælt okkum víðari merkir tað nógv bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Tað er jú ongantíð hent, at eitt føroyskt lið hevur spælt seg víðari í eini evropeiskari kapping, og tað í sær sjálvum er nakað serligt, sigur Kristjan á Neystabø.
Bert HB er komið víðari úr innleiðandi umfarinum, men tað var orsakað av mjørka í Vágunum, tá mótstøðuliðið ikki fekk lent og varð dømt at tapa dystin.
Øll feløg, ið luttaka í innleiðandi umfarinum í UEFA Cup fáa umleið 400.000 krónur frá UEFA (80.000 sveisiskar frankar). Um B36 sleppur víðari til 1. umfar fær felagið 400.000 krónur afturat, og tað gevur tilsamans 800.000 krónur frá UEFA.
Til samanberingar kann nevnast at føroyska meistaraliðið fær 1,2 milliónir krónur frá UEFA bert fyri at luttaka í innleiðandi umfarinum.
- Tað er sjálvandi positivt fyri raksturin av felagnum, um vit fáa fleiri pengar í kassan, men ferðaútreiðslurnar eru høgar. Tí er hendan upphæddin ikki so stór, um vit samanbera við kostnaðin av ferðing og uppihaldi, sigur Kristjan, ið nú tekur sær av 1. liðshópinum hjá felagnum.
Hann sigur víðari, at um B36 skuldi komið víðari er ein møguleiki fyri, at føroysk lið verða seedaði hægri næstu ferð.
- Vit møta altíð seedaðum liðum, ið eru sterkari enn vit, men nú eru møguleikar fyri, at eitt føroyskt lið møguliga verður seedað næstu ferð, um vit koma víðari, sigur Kristjan.

B36 áður nær við
Fyrstu ferð B36 var við í evropeiskum kappingum var í 1993, tá havnarfelagið møtti Avenir Beggen úr Luksemburg. B36 tapti 1-0 á útivølli, og heimadysturin endaði 1-1. B36 var frammanfyri eina løtu við máli frá Kára Reynheim.
- Tað var um reppið, at vit komu víðari ta ferðina, men tað var eisini eitt sera gott lutakast fyri okkara viðkomandi, sigur Kristjan á Neystabø.