- Vit mugu vinna heimadystirnar

Hetta sigur Áki G. Olsen hjá VÍF, sum helst enn einaferð má vera Inga Olsen og Agnar Joensen fyri uttan. Hnvegin hevur Neistin allar sínar mans tøkar til dystin.

VÍF hevur fingið góða byrjan uppá kappingarárið. Teir hava fingið trý av fýra stigum og eru á odda í bestu mansdeildini saman við StÍF.
Neistin hevur eisini fingið hampuliga byrjan. Teir hava tvey stig av fýra møguligum, og seinast vunnu teir tryggan sigur í Kollafirði.
Áki G. Olsen hjá VÍF sigur, at teir eru heilt væl nøgdir við gongdina inn til víðari í kappingini.
 - Vit hava vunnið á meistarunum og fingu javnt á Skála ímóti einum liði, sum vit vanliga hava tað ringt ímóti. So eg haldi, at gongdin hevur verið góð. Nú spæla vit ímóti einum neistaliði við nógvum nýggjum leikarum, men vit skulu sjálvsagt vinna okkara heimadystir.
Dann Thorleifsson hjá Neistanum sigur, at teir eisini ætla sær sigurin í Vestmanna.
 - Ja, sjálvandi ætla vit at vinna. Eg haldi liðið hjá okkum vera so mikið gott, at um vit hava ein góðan dag, so kunnu vit vinna á øllum. Vit vunnu eisini trygt í Kollafirði seinast, og hesa gongdina ætla vit at halda fast um.