Vit og skil ella bert eftirsókn eftir vindi?

Sambandsflokkurin og onnur, sum stuðla fíggjarmálaráðharran, mugu stíga fram og vísa honum sín stuðul

Tað hevur loypt øði í nakrar samgongulimir, at okkara fíggjarmálaráðharri er komin við nøkrum tonkum um, hvussu landið kann stýrast ella hvussu ein sett kós kann justerast eitt sindur. Og fólk tykjast at halda, at vit umsíður hava fingið ein fíggjarmálaráðharra, sum nýtir vit og skil at stýra við heldur enn atlit til um onkur hissini tingmaður skal bjargast innaftur á ting.

 

Magni Laksáfoss boðaði áðrenn setanina sum landsstýrismaður frá, at tað fór at vera spennandi at koma inn og fáa ávirkan á menningini av samfelagnum. Valla hevur nakar hoyrt hann tosa um at bróta verandi samgonguskjal men heldur at tosa um hvat íð skal standa í tí næsta ella teimum fylgjandi samgonguavtalunum. Mær vitandi hevur hann loyalt ætlað sær at liva upp til tað, sum stendur í verandi skjali, sum hann hevur góðtikið við at átaka sær uppgávuna.

 

Men er eitt samgonguskjal ein so ævigur sannleiki, at einki spurnartekin kann setast við nakað av tí fyrrenn 4-ára valskeiðið er runnið? Veit man tá íð eitt samgonguskjal verður skrivað, at ongar fortreytir fara at broytast tey næstu 4 árini? Ella er samgongan so skinkla, at hon ikki tolir, at nýggir tankar verða hugsaðir og viðgjørdir innanhýsis í valskeiðinum? Ella at konjunkturarnir broytast? Kann einki óvæntað koma afturat í einum valskeiðið?

 

Sjálvandi skal ein landsstýrismaður – val ella ikki – hava loyvi til at leggja sínar politisku hugsanir fram, ja, hann má hava eina skyldu til at gera tað, um hann heldur skútuna verða farna av kós ella um onkur partur av okkara búskapi útviklar seg skeivan veg. Tað er tað, hann er settur til.

 

Magni Laksáfoss hevur verið opinskáraður við sínum hugsjónum og greiður. Fólk skilja hann. Hann brúkar vit og skil í staðin fyri dyrging upp til eitt val at stýra búskapinum eftir. Hann nevnir amboðini við navni. Tað fremur forstáilsið. Hann skjýtur upp at raðfesta umaftur og goyma okkurt av risaprojektunum til betri tíðir t.v.s. til tey kunnu brúkast at útjavna vánaligar konjunkturar við og biður tingmenn um at hugsa seg um einaferð enn tí sjálvt tingmonnum er tað loyvt at gerast vísari. Tað tykist ikki skilagott at seta arbeiðskraftkrevjandi tiltøk í verk tá íð arbeiðskraft er ein mangulvøra. Tað kann avskepla lønarlagi í samfelagnum og vera til óbótaligan skaða fyri vinnuna annars. Henda avskeplan er longu nú ein veruleiki, sum flestu føroyingar hava upplivað í ár.

 

Atlitið til lokalar tingmenn mugu vit taka við at gera Føroyar til eitt valdømi. Tá loysir hesin trupulleikin seg av sær sjálvum Og so má Løgtingið gera sítt við at broyta tingskipanina til, at allar málsviðgerðir bert fara fram við framsøgumonnum og ráðharrum sum í flestu øðrum londum rundanum okkum. So fáa vit eisini tað mesta av valstríðnum, sum longu er byrjað, burtur úr tinginum. Og einki mál tekur meira enn ein dag at avgreiða.

 

Sum sagt tykist Magni Laksáfoss at hava góða undirtøku fyri sínum tonkum millum manna. Men so er tað eisini neyðugt at vit, sum taka undir við honum koma fram á vøllin og geva okkum til kennar. Sambandsflokkurin má vera meira heilhjartaður í sínum stuðli til landsstýrismannin. Formaðurin hevur verið úti og sagt seg samdan. Tað er gott, men ikki nóg gott. Hann má eisini stuðla rættin hjá landsstýrismanninum til at almannakunngera síni gullkorn. Andstøðan hevur noterað sær hetta gløggskygni, men at samgongufelagnir sláa hann á nevið fer at svía til teir sjálvar.

 

Veljararnir taka undir við Magna Laksáfoss og tað er tað, sum um ræður. At onkur tingmaður gongur ímóti, ja, tann trupulleikan loysa veljarnir tá íð tann tíð kemur, men til tá mugu tit í skrift og talu vísa landsstýrismanninum tykkara stuðul soleiðis sum tit tosa um hann í gerandisdegnum. Landsstýrismaðurin tykist sjálvur at vera sterkur í trúnni, men tað er sera umráðandi at vátta okkara stuðul fyri at hann kann varðveita flogið og ikki verða skotin niður av onkrum samgongufelaga, sum bert hevur val ella afturval í tonkunum.

 

Sambandsflokkurin hevur fingið ein landsstýrismann við visiónum og sum tykist at hava fakliga barlast og áræði til at halda eftir teimum. Hetta kann vísa seg at gerast gull vert bæði fyri okkara land og fyri Sambandsflokkin. Tí ræður tað um at vátta honum okkara dygga stuðul.