Vit orka ikki at atkvøða fyri

Fær Miðflokkurin ikki tvey heilt ítøkilig krøv, uppfylt, fara tey ikki til at atkvøða fyri nýggju, føroysku grundlógini, sum ætlanin er at samtykkja næsta ár

 

– Eg orki ikki at atkvøða fyri eini føroyskari grundlóg, soleiðis sum at hon nú er orðað.

 

Tað staðfesti Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, á landsfundinum hjá flokkinum fríggjakvøldið.

 

Og hin tingmaðurin hjá flokkinum, Bill Justinussen, er púra samdur í, at teir kunnu ikki taka undir við eini føroyskari grundlóg, sum ikki verjir kjarnuvirðini hjá Miðflokkinum.

 

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at gera eina nýggja, føroyska grundlóg. Tá ið hendan samgongan kom til fyri einum góðum ári síðani, varð ferð sett á arbeiðið, og ætlanin er at hava fólkaatkvøðu næsta ár um eina føroyska grundlóg.

 

Samráðingar hava verið ímillum allar flokkar í eini roynd at finna semju um, hvussu ein føroysk grundlóg skal orðast.

 

Men tað er skilligt, at ósemjan er stór. Eitt nú hevur danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sett split í. Hann hevur nevniliga hótt við, at er ein føroysk grundlóg ikki undir donsku grundlógini, fer tað at fáa avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin, tí eitt ríki kann bara hava eina grundlóg, og tað er tann danska.

 

Jenis av Rana staðfestir, at bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava langt síðani meldað pass og hava í roynd og veru tikið seg úr arbeiðnum at gera eina føroyska grundlóg.

 

- Støðan er álvarsom, tí eftir ætlan er ein partur av grundlógini at staðfesta, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Men verður tað bara samgongan, sum stendur aftanfyri grundlógina, tá ið hon fer til fólkaatkvøðu, kann avleiðingin verða, at meiriluti ikki verður fyri henni.

- Og tað verður ein vanlukka, tí tá hava føroyingar samtykt á eini fólkaatkvøðu, at tað eru ikki føroyingar, sum skulu ráða í Føroyum.

 

Jenis av Rana heldur tískil, at tað sær ómetaliga svart út við arbeiðnum at orða eina føroyska grundlóg.

 

Hinvegin sigur hann, at Miðflokkurin er sinnaður at vera við til at samráðast um orðingarnar í eini nýggjari føroyskari grundlóg.

 

Men flokkurin hevur tvær avgjørdar treytir, sum skulu uppfyllast fyri at flokkurin kann atkvøða fyri.

 

Onnur treytin er, at fosturtøka skal verða bannað, har tað ikki stendur um lív og heilsu hjá móður og barni. Og hin treytin er, at tað skal verða bannað at veita deyðshjálp í Føroyum.

 

Jenis av Rana og Bill Justinussen ásanna, at hesi bæði viðurskiftini eru kjarnuvirði hjá Miðflokkinum og eru tey ikki við í eini nýggjari, føroyskari grundlóg, við eini ella aðrari orðing, sum Miðflokkurin kann góðtaka, kann flokkurin ikki atkvøða fyri.

 

- So orki eg ikki at atkvøða fyri grundlógini, sum Jenis av Rana tók til á landsfundinum.

Hann leggur afturat, at higartil hava hinir flokkarnir sagt kortanei til at ganga krøvunum frá Miðflokkinum á møti.

 

- Øll onnur viðurskifti koma í aðru røð, eisini ásetingin um, at í Føroyum eru tað føroyingar, sum hava evsta valdið, sigur Jenis av Rana.

 

- Tað hava vit longu sum er, so tað er óneyðugt at seta í eina grundlóg. Tann dagin, vit vilja hava loysing, fáa vit loysing, tað hava danskir myndugleikar staðfest óteljandi ferðir, sigur formaðurin í Miðflokkinum.