- Vit runnu fyri lívinum

EM: Føroyingar vóru mitt í rokanum, tá yvirgangsótti kom á fólk í París

- Vit runnu fyri lívinum. Tað sigur André Olsen, ítróttarskrivari í Miðlahúsinum, ið var á fjeppparaøkinum í París, tá yvirgangsótti rakti tey nógvu túsund á økinum

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

Í Ítróttar Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag, ber til at lesa um upplivingin, tá André Olsen saman við sjey føroyingum og fleiri túsund fótbóltsáhugaðum hildu, at tey vóru fyri yvirgangsatsókn.

Í Ítróttar Sosialinum ber eisini til at lesa um Viljorm Davidsen, ið gjørdi nýggjan sáttála og bleiv pápi aftur í farnu viku.

Torkil Veyhe er úttikin til danska súkklulandsliðið, men hvat er tað í veruleikanum fyri nakað? Tað spyrja vits súkklaran um í ”Fimm spurningar”.

Les eisini upptakt til Champions League dystin hjá B36 móti Valletta. Eyðun Klakstein greiðir frá støðuni í hópinum, upplegginum og málinum fyri týskvøldið.

- Vit fara eftir stóra úrslitinum, sigur venjarin.

Les eisini alt um kappróðurin á jóansøku, stuttsøgd ítróttartíðindi og ummæli av at sita á trappuni til fótbóltsdyst.