- Vit síggja samstarvsmøguleikar

Alt ov ofta síggja vit, at stórar verkætlanir detta niðurfyri, og oftani er vantandi samskifti og samstarv ein av høvuðsorsøkunum, sigur Bitlandstjórin, Ólavur Gregersen, sum eisini sigur seg síggja møguleikar fyri, at teir fara at samstarva við Finn Helmer um Gigabitnetið

Bitland er ein fyritøka, sum seinastu árini hevur arbeitt við at marknaðarføra Føroyar sum landið, har nýggj tøkni kann mennast og roynast. Við ætlanunum hjá Finn Helmer, um at royndarkoyra breiðband, sum byggir á fipurnet og harvið tryggjar eina ferð upp á 10 gigabit, sær av álvara út til, at nýggj tøkni skal sleppa at standa sína roynd í Føroyum.
- Hetta ljóðar av øgiliga nógvum og greitt er, at allur bati av samferðslukervinum er við at lyfta og menna føroyska samfelagið, sigur Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland.
- Tess størri kapasiteturin er, tess betur er tað fyri KT-vinnuna. Men vit mugu altíð seta spurningin um hvørji onnur ting, vit kunnu gera betri, vísir Ólavur Gregersen á.
Men hvat heldur Bitlandstjórin, Ólavur Gregersen, er týdningarmikið fyri gongdina í einum slíkum málið:
- Alt ov ofta síggja vit, at stórar verkætlanir detta niðurfyri, og oftani er vantandi samskifti og samstarv ein av høvuðsorsøkunum.
- Tí er øgiliga týdningarmikið, at allir partarnir skilja, hvat tað er, ið hinir vilja, og okkara royndir siga okkum, at partarnir ofta ræðast sína egnu støðu, og tí eru bangnir fyri nýskapan.
- Og í eini verkætlan sum hesari kundu vit verið við at fingið partarnar saman. Fáa eitt samskifti í lag og eitt samstarv at rigga.
Ólavur Gregersen vísir síðani á, at í Bitland eru tey ikki áhugaði í at reka varandi virksemi, men at tað er í nýskapandi gongdini, at teir vilja vera við.