- Vit síggja fram til bátastevnuna

Glastrevjabáturin Turið er altíð við, tá siglt verður av Fútakletti og inn á Vestmanna.

Glastrevjabáturin Turið er umleið 33 føtur langur, smíðaður í Onglandi. Merkið er Lochin, og tað var pápi Snæbjørn Durhuus, sum er á viðheftu mynd, sum keypti bátin úr Onglandi í fyrru helvt av áttatiárunum.

 

- Øll árini, síðan bátastevnan í Vestmanna sá dagsins ljós, hevur Turið verið við í siglingini - undantikið tað eina árið, um eg minnist rætt. Vit plaga altíð at vera fleiri í bátinum eina slíka løtu, tá siglt verður av Fútakletti og inn á Vestmanna, og vit síggja fram til tiltakið.

 

Snæbjørn Durhuus sigur, at hóast báturin hevur fast pláss við brúgvarnar í bátahylinum, plaga teir altíð at leggja bátin millum hinar stevnubátarnar, soleiðis at teir eisini uppliva tann stemning, sum er ein slíkan dag og eina slíka nátt.

 

Glastrevjabáturin Turið plagar eisini at verða við, tá regattasigling er í Sundalagnum, og tá ovastevna verður hildin dagin eftir í Nólsoy.

 

- Jú, vit plaga eisini at vera við til hesi tiltøkini, og hetta hava mangan verið góðir og stuttligir túrar, sigur Snæbjørn Durhuus, sum riggaði bátin til henda dagin, in.fo vitjaði í Vestmanna.