Sum landsstýriskvinna í mentamálum við ábyrgd av millum annað fjølmiðlaøkinum nam Helena Dam á Neystabø serliga við støðuna hjá teimum føroysku fjølmiðlunum við støði í, hvat føroyskir politikarar og fjølmiðlar kunnu læra av øðrum.
Helena Dam á Neystabø vísti á, at sambært kringvarpslógini frá 2007 skulu Føroyar hava eitt alment útvarp og eitt alment sjónvarp, og at virkisreglurnar skulu ásetast í einari avtalu, sum skal kunna samanberast við tær public service-avtalurnar, sum vit kenna í okkara skandinavisku grannalondum. Hetta skal sostatt vera ein avtala, sum tryggjar, at mentan, politikkur og undirhald verða borin á ein óheftan hátt, samstundis sum hon skal leggja støði undir, at borgararnir kunnu luttaka í øllum samfelagsins demokratisku viðurskiftum á javnbjóðis føti. Herumdramt skal avtalan verja og tryggja mál og mentan.
Helena Dam á Neystabø segði, at grundsjónarmiðini um tey persónligu frælsini eru tey somu í Føroyum sum í grannalondunum, men at tað kortini ikki ber til at innflyta útlendskar mannagongdir, tí tað er grundleggjandi munur á fyritreytunum. Hon vísti á, at í grannalondunum hava public service-fjølmiðlar avloyst tey partapolitisku bløðini fyri mongum árum síðani .
- Men skipanin við partapolitiskum bløðum vardi nógv longri í Føroyum, og tað hevur havt við sær, at tað hevur verið torført at fáa meiriluta fyri at játta nóg mikið av pengum til at byggja eina sterka public service-skipan, segði landsstýriskvinnan og legði afturat, at ein av orsøkunum er, at tað er framvegis stutt millum tey politisku áhugamálini og føroyskar fjølmiðlar.
Glíða í kreppuni
Helena Dam á Neystabø segði í uppleggi sínum, at fyritreytin fyri einari public service avtalu er fíggjarligt frælsi, partapolitiskt frælsi, objektivitetur, trúvirði, álvarssemi og margfeldi. Sjálv setti hon spurningin, hvussu ein skal tryggja margfeldi, tá vit bara hava ein luttakara á sjónvarpsmarknaðinum. Hon helt, at tað sjálvandi letur seg gera, men bara við teirri treyt, at vilji er at gjalda fyri tænastuna, og at almenningurin og tað politiska valdið hava álit á, at krøvini um óhefta tænastu verða hildin.
Landsstýriskvinnan í menta-málum vísti á, at tað bæði teir almennu og teir privatu fjølmiðlarnir hava fíggjarliga trong kor í hesum tíðum, og at í einari tílíkari støðu kunnu bæði public service miðlarnir og teir privatu víkja frá annars settum málum fyri at fselja fleiri fløð ella fyri at fáa fleiri lýsingar og á tann hátt meiri til dagin og vegin. Undir tílíkum umstøðum kann populistiskt tilfar forða fyri teirri røttu og demokratisku ábyrgdini.
- Í síðsta enda er tað mín ábyrgd sum landsstýriskvinna ar tryggja, at tað ikki hendir. Samstundis skal eg aftra meg við at siga mína meining um tað, ið fjølmiðlarnir velja at kunngera - og serliga tað, sum teir velja at sálda frá! Leggi eg meg út tí hetta, misnýti eg mítt politiska álit. Tí er tað helst so, at øll vit, sum eiga lut í ella hava ábyrgd av føroyska fjølmiðlaheiminum, sita í saksinum, segði Helena Dam á Neystabø.
Hon legði afturat, at orsakað av tí drúgva flokspolitiska tilknýtinum hava teir føroysku fjølmiðlarnir og serliga bløðini hava havt ilt við at fáa fótafesti sum óheftir og sakligir miðlar.