Hesi seinastu árini er talið á brotum á revsilógina, munand minkað. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at fyri 13 árum síðani, í 2007, víru 1.100 brot á revsilógina í Føroyum, men í fjør vóru tey minkað niður í helvt, tí tá vóru 532 brot á revsilígina.
Hagstovan sigur, at tað er á teimum flestu økjum, at tað eru nógv færri brot á revsilógina. Kortini er talið á málum um siðamisbrot vaksið eitt sindur.
Hagstovan sigur, at serliga er talið á herverkum nógv minni nú enn tað hevur verið. Fyrr vóru herverkini eini 400 í tal í miðlan, men nú eru tey fækkað niður í eini 100 herverk um árið í miðal. Tað sama gera seg galdandi í sambandi við innbrot og stuldur, tí í 2001 vóru 473 mál um herverk og stuldur men í fjør vóru bara 133 mál av slíkum slagi.
Málini um harðskap hava sveiggjað nógv, úr 116 málum í 2006 niður í 25 mál í 2011, sum sum heild er talið minkað eitt sindur hesi seinastu árini.
Hinvegin sæst ongin minking í talinum á revsimálum um siðamisbrot, tvørturímóti. Tey minkaðu annars spakuliga eftir 2000, men síðani eru tey nógv hækkað aftur.
Hóast tølini eru smá og sveiggja nógv frá ári til ár, er gongdin greið og hon er, at talið er hækkandi tí í 2017 vóru 21 mál um siðamisbrog í 2019 vóru 33 mál um siðamisbrot og í fjør vóru tey eini 55 í tali.