Vit skulu eggja til nýskapan og nýhugsan

? Sum andstøðuflokkur er tað ein høvuðsuppgáva at leggja fram okkara boð uppá ein vinnupolitikk, var boðskapurin hjá Høgna Hoydal til tjóðveldisfólk á flokstingi í Sumba hetta vikuskiftið

Floksting

? Vit skulu eggja til nýhugsan og nýskapan.
Tað er boðskapurin hjá Høgna Hoydal til tjóðveldisfólk á flokstinginum, sum var í Sumba hetta vikuskiftið
Formaður tjóðveldisfloksins stúrdi fyri gongdini í vinnupolitikkinum og búskaparpolitikkinum.
? Landskassin verður so líðandi tømdur. Rakstrarstudningur verður so líðandi settur inn í vinnuna. Skattalættar verða so líðandi settir í verk til tey ríkastu. Skuldarsaneringar verða framdar og politikararnir fara inn í hvørt smámal og gera stórar trupulleikar burturúr ongum.
Men hann ávaraði tjóðveldisflokkin ímóti at detta í ta vanligu andstøðugrøvina og bert bíða eftir at finnast at tí sum samgongan borðreiðir við.
? Vit eiga at brúka stóra orku uppá at fáa lýst førda búskaparpolitikkin og at vísa á avleiðingarnar.
Hann segði, at higartil er ein hálv milliard tømd úr landskassanum uppá eitt ár, og tað er ilt at ímynda sær, hvussu samgongan ætlar at leggja eina fíggjarlóg fyri komandi ár við nýggjum skattalættum og nýggjum útreiðslum, ið verða lovaðar.
Hann sá tí fyri sær, at politiskt fer heystið í ár, tá ið nýggj fíggjarlóg skal gerast, at vera buldrasligt.
Kortini helt hann ikki, at framtíðarútlitini fyri búskapinum vóru so døpur.
? Tað vísur hóast alt eina stóra styrki í tí førda búskaparpolitikkinum undanfarnu árini, at vit nú megna at standa ímóti eini stórari niðurgongd í høvuðsvinnuni, og at øll alivinnan er burtur, uttan at landskassin er í kreppustøðu.

Stórar íløgur fyri framman
Høgni Hoydal fegnaðist eisini um at tað nú sær út til, at einskiljingar kunnu fremjast eftir skipaðum viðurskiftum og at tað sostatt kann farast undir at avrigga kreppuloysnirnar og at skapa ein greiðan skilnað millum alment og privat.
hann vísti á, at málsetningurin hjá tjóðveldisflokkinum er, at skipa karmar um eitt frælst vinnulív, ið kann standa seg í altjóða kappingini.
Høgni Hoydal vil eisini hava ein fiskidaga- og fiskiloyvisbanka, umframt at fleiri íløgur verða gjørdar infrakervið umframt í gransking, útbúgving og menning
Flokkurin hevur eisini eitt boð uppá, hvussu hesar íløgur skulu fíggjast:
Samstundis heldur tjóðveldisflokkurin at Framtaksgrunnurin skal umskipast til ein veruligan framtaksgrunn, ið ger íløgur í nýskapandi tøkni og menning. Samstundis skal peningurin frá einskiljingum og tað, sum eftir er av blokkstuðlinum, fara í Búskapargrunn Føroya. Peningurin í honum skal markast til at gjalda skuld niður og at gera íløgur í gransking og útbúgving.
Formaður tjóðveldisfloksins sigur, at tað verður neyðugt at menna tøkniligu møguleikarnar og flutningssambandið kring landið og við umheimin.
? Íløgurnar í breiðband til øll húski í Føroyum, eru eins týdningarmikil fortreyt og havnir og vegir vóru í fimtiárunum.
? Íløgurnar í gransking, útbúgving, eftirútbúgving og miðnámsskúlar kring landið er ein onnur fortreyt.
-Ein triðja forteyt eru sosialar íløgur í ellis- og røktarheim, barnagarðar, heim til sinnisveik og tilboð til fólk við breki.
Men hann helt eisini, at íløgur í okkara mentan og mentanartilboð eru eins týdningarmiklar.
? Í altjóðagerðini er neyðugt, at vit ikki bert hugsa um sjálva tøknina. Vit skulu eisini hugsa um innihaldið og virðini, sum vit skulu brúka tøknina til.
Okkara børn og ungdómur skulu dubbast til at gerast heimsborgarar, læra fleiri heimsmál og vinna sær nýggja vitan. Men tað hevur ongantíð verið meira neyðugt enn nú, at vit eisini styrkja okkara egna mál og mentan til at gerast ein nútímans mentan í heiminum.
At vit fáa føroyskt undirvísingartilfar, føroyskt sjónvarp, føroyskar bøkur og føroyskt mál inn í heimssamfelagið.
Tað er ein fortreyt fyri at gagnnýta altjóðagerðina, at vit styrkja okkara egna grundarlag, samstundis sum vit lata okkum upp mótvegis umheiminum.
Somuleiðis eiga vit at taka alla okkara útbúgvingarskipan til endurskoðanar í innihaldi, bæði fólkaskúlalóg eins og barnagarðs- og dagstovnaøkið skal samskipast meira við skúlan.
Okkara miðnámsskúlaskipan má endurskoðast og gerast munandi meira liðilig við bæði vinnuligum og bókligum møguleikum. Málið eigur at vera, at yvir eitt ávist áramál hava allir føroyingar eina miðnámsútbúgving.
Og vit skulu sjálvsagt hava eitt veruligt fróðskaparsetur, sum kann gerast eitt kraftsentur fyri gransking og hægri útbúgvingum og sum samstarvar við hægri skúlar kring allan heim.