Vit skulu framvegis liva hvør sítt lív

Grønland og Føroyar eru tvey ymisk samfeløg, sum liva hvør sítt lív, og tí eiga vit at halda fram við. Eisini í sjálvstýrismálinum, sigur grønlendskur landsstýrismaður, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum

Sjálvstýristilgongdin í Føroyum og í Grønlandi eru tvey ymisk mál, sum hava hvørt sítt lív, og tað skulu vit halda fast um, sigur Jørgen Wæver Johansen, grønlendskur landsstýrismaður við millum øðrum sjálvstýrismálum.
Føroysk og grønlendsk viðurskifti eru ikki tey somu, og eg eri vísur í, at blanda vit ikki tingini saman, náa vit nokk at enda hvør sínum úrsliti, sum er tað besta hjá hvørjum landi sær, heldur hann.
Tað er einki at ivast í, at froyingar kunnu náa einum úrsliti, sum er tað besta, ið fáast kann fyri Føroyar. Men tað merkir ikki av sær sjálvum, at tað eisini er best fyri Grønland. Tí eiga vit hvør í sínum lagi at arbeiða við tí, sum best er fyri okkara egna samfelag og ikki blanda tingini saman.
Jørgen Wæver Johansen er við í stóra grønlendska ferðalagnum, sum týsmorgunin kom til Føroya sum gestir hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag at kunna seg um ymisk føroysk samfelgsviðurskifti.
?Tað er fyri at fáa nýggjan íblástur, at vit koma hendanveg, sigur Jørgen Wæver Johansen, sum heldur, at skráin, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur lagt fyri vitjanina, borgar fyri, at tey kunnu fáa nøkur áhugaverd ting heim aftur við til Grønlands.
Millum annað er hann áhugaður í at hoyra um, hvussu føroyingar arbeiða við búskaparmálum og eitt nú privatiseringum av almennum fyritøkum
Umframt at umsita sjálvsstýrismál, er Jørgen Wæver Johansen er eisini landsstýrismaður við orkumálum. Hann greiðir frá, at eitt útbjóðingarumfar er í gongd í samband við oljuleiting undir Vesturgrønlandi, og at úrslitið fyriliggur tann fyrsta oktober í ár.
Hann vónar, sigur landsstýrismaðurin, at tað verður líka stórur áhugi fyria t sleppa at leita eftir olju í Grønlandi, sum tað er í Føroyum.