Vit skulu gera tað upp á bíligasta máta

Suðuroyartunnilin er so dýrur, at tað er týdningarmikið, at tað verður so bíligt sum gjørligt

Suðuroyartunnilin er ein dýr íløga og tí er tað neyðugt, at rentan av lánunum, vit fara at taka, er so lág, sum gjørligt. Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin. Sum vit hava skrivað, ætlar Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um Suðuroyartunnilin. Bæði Johan Dahl og Erhard Joensen, tingmenn fyri Sambandsflokkin, mæla til, at vit taka eitt statslán til tunnilin, tí tað er besti møguleiki fyri at fáa eina lága rentu. Bæði løgmaður, ella Uni Rasmussen taka undir við, at eisini tann møguleikin verður kannaður.

 

Les meiri her: Uppskotið um Suðuroyartunnilin verður lagt fyri Løgtingið í heyst

 

Og eisini Bill Justinussenm í triðja samgonguflokkinum, Miðflokkinum, tekur undir við, at hesin møguleikin verður kannaður. Hann sigur, at talan er um eina stóra verkætlan, so tað hevur stóran týdning at fáa tað bestu fíggingina, so er hetta tann besta fíggingin, og ber tað yvirhøvur til at taka eitt statslán, eiga vit at gera tað. Men Bill Justinussen sigur, at fara vit at biðja um fígging við landskassanum í rygginum, væntar hann heilt avgjørt eisini, at vit fáa eina lága rentu. Hann sigur, at landskassin veðheldur fyri fíggingini til Eysturoyartunnilin og tað var við til at tryggja eina rentu, sum væl lægri enn hon annars hevði verið.