Kári á Rógvi, løgtingsmaður og formaður fyri Sjálvstýrisflokkin, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at allir løgtingslimir og øll landsstýrisfólk, skulu almannakunngera, hvat, tey hava av størvum, nevndarsessum o.a., afturat tí politiska starvinum. - Í nógvum londum hava politikarar skyldu til at almannakunngera, hvørji fíggjarlig áhugamál, teir hava.
- Samstundis verða allir hesir upplýsingar lagdir alment fram, so at veljarin veit akkurát, hvat teirra valevni fæst við uttanfyri politikk og hvørji fíggjarlig áhugamál, hann annars hevur.
- Vit hava reglar fyri, hvat ein politikari kann hava av almennum størvum afturat starvinum sum løgtingsmaður, men onki mark er fyri, hvat hann kann hava av privatum størvum og nevndarsessum o.s.fr.
- Og nú vil eg hava, at hesi størv, nevndarsessir og fíggjarligu áhugamál annars, skulu almannakunngerast fyri veljaran, so at hann eisini kann taka tann vinkulin við, tá ið krossurin skal setast.
- Tað er væl hugsandi, at onkur veljari heldur, at tað er ein dygd, at ein politikari hevur nógv jørn í eldinum, tí so veit hann kanska meiri um, hvat hendir í samfelagnum. Men tað er eisini væl hugsandi, at onkur annar veljari heldur, at ov nógv hjástørv, er ein vansi fyri tað politiska arbeiðið.
- Undir øllum umstøðum haldi eg, at veljarin eigur at hava allar hesar upplýsingarnar, so at hann veit, hvønn hann velur.
Hann ætlar at hava uppskotið klárt at leggja fyri Løgtingið í seinasta lagi um mánaðarskiftið februar-mars.