- Leiðsla er at fáa tað besta fram í fólki, at seta mál, at síggja tørvir í samfelagnum og at nøkta hesar. Hesi orðini bar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fram, tá ið hann setti Global Leadership Summit 2010 í Norðurlandahúsinum í gjár.
- Leiðsla er at taka avgerðir og taka ábyrgd, vera fyrimynd og bróta slóð. Eitt av høvuðseyðkennunum hjá einum góðum leiðara er erligheit og integritetur. Hetta merkir, at leiðarin ikki hevur eina fjalda dagsskrá, og at hansara leiðsla og virksemi tola dagsins ljós.
- Hin góði leiðarin ræðist ikki sjálvrannsakan. Hann hevur í huga, at tá ið peikað verður við fingrinum ímóti øðrum, peika hinir fingrarnir ímóti honum sjálvum.
- Leiðarar eiga at hava dirvi at viðurkenna mistøk og biðja um fyrigeving, tá ið teir hava gjørt okkurt skeivt, og teir eiga eisini at fyrigeva.
- Leiðarar geva øðrum íblástur og hava eitt ?drive?. Við teirra eldhuga kemur framdrift, sum skapar úrslit. Teirra positivi hugburður motiverar onnur.
Løgmaður helt eisinni, at tann góði leiðarin hyggur eftir tí besta í fólkinum og virkar fyri at fáa tað besta fram í okkum. Hann gleðist um, at onnur mennast, eydnast og røkka settum málum.
Men tann góði leiðarin leiðir sítt egna lív, setir persónlig mál og arbeiðir málrættað ímóti teimum.
- Tann, sum ikki leiðir seg sjálvan, leiðir ongan.
Kaj Leo Holm Johannesen segði, at nú hann er blivin løgmaður, kunnu summi kanska halda, at hann er komin upp á fjallatindin.
- So er ikki. Tann dagin eg haldi og fari at bera meg at, sum um eg eri á fjallatindinum, frysti eg fastur sum leiðari. Men so leingi sum vit sum leiðarar eru førir fyri at lurta og læra av teimum, sum vit eru saman við, og so hvørt royndirnar gerast fleiri, koma vit longur upp eftir fjallasíðuni, segði Løgmaður.