Á grækarismessu fekk Sjónvarp Føroya ein mentunarstjóra, tann fyrsta av sínum slag. Starvið er úrslit av bygnaðarbroytingunum á stovninum, men maðurin í stjórastólinum er kortini ikki nýggjur í sjónvarpshøpi. Ivan Niclasen hevur royndir av donsku rásini TV2 á Bornholm, og síðstu sløku trý árini hevur hann verið virkandi programmleiðari í Sjónvarpi Føroya. Starvsøkið hjá mentunarstjóranum er sostatt ikki fremmant, men nakað væl meiri knívskorið enn framman undan.
- Skulu vit menna Sjónvarp Føroya, mugu vit seta meiri tíð av til redaksjónella orku. Tíðindasendingarnar eru miðleingjan - ryggurin - í skánni, og tað hevur ført við sær, at hinar sendingarnar hava ligið uttan fyri í einum bólki fyri seg. Tíðindini hava koyrt eftir einum greiðum konsepti alla tíðina, og nú er tíðin komin til at stramma hinar sendingarnar upp.
- Taka vit tíðindi og ítrótt burtur úr allari sendiflatuni og savna tað fyri seg, verður nú meiri redaksjónell orka og tíð til at menna báðar partar. Sum mentunarstjóri fái eg til uppgávu at menna allar sendingarnar, ið ikki eru tíðindi og ítrótt. Fyri at kunna menna - konseptmenna - er neyðugt at fáa eina heila redaksjón afturat teirri verandi. Partvís verður talan um somu fólk, ið gera tíðindi, sum koma at arbeiða á mentunarøkinum. Støðin er so mikið lítil, at vit eiga at varðveita ein ávísan fleksibilitet, soleiðis at fólk kunnu flyta ímillum, sigur Ivan Niclasen.
Hvussu hyggjarin fer at merkja, at Sjónvarp Føroya hevur fingið ein mentunarstjóra, sigur Ivan Niclasen.
- Hyggjarin fær vónandi betri sendingar og eitt størri fjølbroytni í skránni. Um tað merkir fleiri sendingar, tori eg ikki at siga. Í løtuni framleiða vit rættiliga nógvar sendingar, í februar og mars meiri enn nakrantíð fyrr. Sum frá líður vóni eg, at vit kunnu halda fast við ein part av teimum sendingum, vit hava framleitt fyrst í hesum árinum.
Meginrás
Sjónvarp Føroya hevur sett sær stór mál fyri framtíðina. Fyri hálvum øðrum ári síðani undirskrivaðu gamla sjónvarpsnevndin og leiðslan í SvF undir eina programmpolitiska stevnu fyri sjónvarpið, sokallaða Øravíkarskjalið.
Í Øravíkarskjalinum verður staðfest, at føroyska sjónvarpið skal hava nýggjan leiklut. Frá at hava verið einasta sjónvarpstilboð til føroyingar, skal SvF nú finna ein nýggjan leiklut sum ein av mongu sjónvarpsrásunum, føroyingar brúka. Málið hjá SvF fer framyvir at vera, at tað skal verða tann rásin, sum føroyingar velja sær fram um allar hinar.
Stór og lovandi orð verða brúkt í hesum skjali, men hóast inntøkurnar hjá stovninum eru munandi bøttar seinastu tvey árini, eru lítlar og ongar broytingar hendar í skránni.
- Kjarnin í Øravíkarskjalinum er, at føroysku hyggjararnir skulu velja Sjónvarp Føroya sum sína fremstu rás. Tá ið SvF virkar eftir meginreglunum í Øravíkarskjalinum, fevnir tað so mikið breitt, at allir áhugabólkar hava eitt gott og fjølbroytt tilboð. Vit eru so mikið ávirkað av útlendskum rásum, at føroyska mentanin er í vanda fyri verða marginaliserað um vit ikki hava eina sterka føroyska rás. Vanarnir hjá hyggjarunum broytast ikki so skjótt, men vit eru greið yvir, at vandin er stórur fyri, at vit missa hyggjarar í skjótu menningini, sum er á økinum. Hinvegin hava vit eitt gott kort á hondini, og tað er, at vit eru tann einasta sjónvarpsstøðin, ið framleiðir føroyskar sendingar.
- Øravíkarskjalið er ein hugsjón, har sjónvarpið sigur sum so, at stovnurin vil arbeiða fram ímóti meginreglunum, ið verða settar. Og tað í sjálvum sær er ómetaliga týdningarmikið. Men so leingi fíggjarligu treytirnar ikki eru betri, koma vit ikki á mál. Jørgen Schleimann, fyrrverandi stjórin á TV2, segði eina ferð, at sjónvarp er mentan og bara mentan. Men áðrenn tað verður mentan, so snýr tað seg um pengar og einki annað.
- Øravíkarskjalið er tí eitt útkast til ein programmpolitikk. Tað verður ikki fyrr enn inntøkugrundarlagið verður munandi betri, at vit kunnu framleiða alt tað, sum stendur í skjalinum. Men vit meta eisini Øravíkarskjalið sum eitt tilboð til føroysku politikararnir um, at soleiðis kann eitt føroyskt sjónvarp verða. Spurningurin er tá, um teir vilja geva sjónvarpinum tær fyritreytirnar, ið skulu til, fyri at vit kunnu koma á mál.
Tænasta til almenningin
Hugtakið public-service verður mangan nevnt í sambandi við almennu loftmiðlarnar, og tað merkir einfalt, at miðilin skal veita øllum áhugabólkum eitt tilboð.
- Í hesum hugtakinum liggur ein óskrivaður sáttmáli millum sjónvarpsstøðina og myndugleikarnar. Við øðrum orðum skulu myndugleikarnir geva miðlunum møguleikar fyri at víðka um virksemið, soleiðis at virkast kann eftir hugtakinum. Hyggja vit eftir skránni hjá SvF megna vit ikki fult út at gera sendingar til øll og allar áhugabólkar.
- Ein public-service-støð skal arbeiða við einum framhaldi av sendingum. Vit hava roynt at ment nøkur øki fyri at halda fast í eini public-service-skrá. Vit brúka eitt nú meiri enn tvær miljónir krónur um árið til barnasendingarnar. Vit eru rættiliga greið yvir, at nógv vantar í í skránni, men tá ið fíggjarligu umstøðurnar ikki eru betri, eru vit noydd at gera nøkur val. Enn hava vit ikki umstøður at gera undirhalds- og ungdómssendingar. Velja vit at gera nakrar ungdómssendingar, so noyðast vit at skerja á eitt nú barnaøkinum. So einfalt er tað.
- Í næstu vetrarskrá vóna vit at hava eitt tilboð til størri børn. Vit fara neyvan at síggja fleiri føroyskar sendingar til smærri børn, men helst betri sendingar. Alt skal vera á føroyskum ella verða føroyskað, og vit arbeiða við at leggja eitt sindur meir av føroyskum inn í barnasendingarnar. Tað er ein stór og spennandi avbjóðing at finna tað føroyska á barnaøkinum og vit vilja fegin hava meiri av tí. At skjaldrini verða brúkt í eini barnasending er ein máti. Vit skulu hava meiri av slíkum.
- Sjálvsagt vóna vit, at fíggjarliga grundarlagið verður so mikið gott, at vit kunnu framleiða meir. Hvat tað kostar at seta í verk alt tað, sum Øravíkarskjalið leggur upp til, dugi eg ikki at siga, men tað er í øllum førum væl meir enn inntøkurnar eru í dag. Ein upphædd sum 35 miljónir hevur verið nevnd. Fáa vit høvi til at vinna inntøkur so ella so, eri eg vissur í, at tað sæst aftur í fleiri føroyskum sendingum í eini breiðari merking sambært public-service-hugtakinum. Tað snýr seg um at veksla pengar um til mentan.
Sjónvarp Føroya keypir sum er sendingar frá trimum donskum rásum. Allar eru public-service-rásir á rímiliga høgum stigi.
- Vit royna at velja sendingar við atliti til, hvat er áhugavert hjá føroyingum at síggja samstundis sum vit hava public-service-hugtakið í huga. Tað er greitt, at tá vit ikki megna at samanseta eitt breitt føroyskt tilboð til hyggjararnar, setur tað størri krøv til samlaðu skránna. Útlendsku sendingarnar skulu saman við teimum føroysku standa fyri eini fjølbroyttari skrá.
Útgerðin skiftast út
Sjónvarp Føroya sendir 40 tímar seks dagar um vikuna. Ein fimtapartur er føroyskar sendingar, men málið er, at ein triðingur skal vera eginframleiðsla.
- Vit framleiða framvegis sjónvarp ógvuliga bíliga í mun til aðrar sjónvarpsstøðir. Eg kann vissa fólk um, at vit eru so dyggiliga undirmannað í mun til tað sum vit framleiða, um vit samanbera við aðrar sjonvarpsstøðir. Men vit skulu fyri alt í verðini framleiða bíliga. Bæði vit og føroyska mentunarøkið sum so, noyðast at síggja í eyguni, at tað verða ongantíð heilt nógvir pengar á føroyska mentunarøkinum.
- Umframt avmarkaðar fíggjarligar karmar hava vit eisini ein annan trupulleika, sum eitur gomul, niðurslitin og ótíðarhóskandi útgerð. Gekkurin hevur hjálpt eitt sindur upp á støðuna, men tekniski tørvurin er so mikið stórur, at vit tosa um eina umlegging av øllum teknikkinum til digitalan teknikk. Tað vil siga íløgur á uml. 4-5 miljónir krónur um árið í 4-5 ár. Vinningurin er sjálvsagt, at framleiðslan verður rasjónaliserað so hvørt.
Í vetrarskánni er triðju hvørja viku ein breið mentunarsending, sum eitur Basalt, og hvørt sunnukvøld er Innskot, ið er prát við fólk. Um talan verður um fleiri sendingar av hesum slag, torir mentunarstjórin ikki at lova - hóast tað so flott eitur í Øravíkarskjalinum, at SvF skal vera við til at kveikja og menna føroyska leiklist, myndlist, tónleik, dans, skaldskap og aðra list og soleiðis vera ein kelda til íblástur hjá føroyskum listafólki.
- Eg haldi ikki, at mentunarsendingar beinleiðis eru undirumboðaðar í skránni hjá okkum. Mentunarsendingarnar, sum SvF ger, skulu fara niður í prosessina viðvíkjandi føroyskari mentan og lýsa, hvat rørir seg har. Ikki minst eftirmeta. Tá ið sagt verður, at SvF skal kveikja og menna verður hugsað um, at stovnurin skal viðgera fyritreytir og karmar fyri mentan og list. Tað er ein spennandi uppgáva, sum sjónvarpið eigur at vera við til at lyfta. Konseptið aftan fyri Basalt er mentan í einum breiðum týdningi og lívstílur. Sendingarnar skuldu helst fingið fólk at hugsa eitt sindur øðrvísi og at síggja, at nøkur bera seg eitt sindur øðrvísi at enn vit vanliga síggja í gerandisdegnum.
- At gera aðrar mentunarsendingar hugsa vit eisini um. Innskot er komið fyri at verða. Vit meta, at tað er gott at hava eina sending, har fólk kunnu greiða frá, hvat tey gera, hvørjar fyritreytir og tankar liggja aftan fyri tað, tey gera.
- Føroyska samfelagið er rættiliga óupplýst. Vit kunnu væl reypa av, at hóast vit eru ein lítil tjóð, so hava vit eina sjónvarpsstøð, eina útvarpsstøð, og fleiri bløð. Men í veruleikanum er hetta ikki nógv. Harafturat eru miðlarnir ikki stórir í mun til, at teir skulu lýsa alt tað fjøltáttaða virksemið í einum heilum landi. Vit síggja tað týðiliga við, at útjaðarin ikki er nóg væl dekkaður, at einstøk øki ikki verða dekkað, at mentanin í útjaðaranum ikki sleppur upp í part í sama mun sum mentunarlívið í miðøkinum, og at miðlarnir ikki hava nóg stóra orku at fylgja málum upp.
- Hetta hevur týdning fyri bæði fólkaræðið og mentanina. Tí er tað so umráðandi, at tann avmarkaða redaksjónella orkan verður brúkt rætt. Tak nú til dømis mentunarøkið. Alt ov nógv orka fer til forumtalu. Hví ikki brúka orku uppá eftirviðgerð og at tosa um dygd? Landið er lítið, so fólk kunnu nokk finna út av, hvar hetta og hatta tiltakið er, og hvør stendur fyri tí. Um vit brúka orku til at tosa um dygd, og harvið seta krøv, kunnu miðlarnir kanska gera sítt til, at mentanin mennist. Og tað eigur at vera ein høvuðsuppgáva. Tað er í mentanini, at eitthvørt fólk skal finna sín samleika - og sín stórleika, um vit tosa um tað. Tað er jú eisini ólíka lættari at standa saman um mentanina enn um eitt nú landskassaúrslitið.
Hvat er týdningarmikið
Sjónvarpið og sjónvarpsskráin eru mangan fyri skotum. Meiningarnar eru nógvar um, hvat og hvussu Sjónvarp Føroya eigur vera. Í eini sending í Útvarpi Føroya her fyri, segði Eyðun Andreasen, professari, at SvF hevur lagað seg ov nógv eftir útlendskum fyrimyndum, og at bert ein sending hevur verið í SvF í nýggjari tíð, sum hevur verið týdningarmikil.
- Tað er rætt, at sendingarnar um Bankamálið vóru ógvuliga týdningarmiklar. Í teimum sendingunum var alt tað, sum skal til fyri at gera tær spennandi. Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, illgruni um samansvørjing, leikluturin hjá hægstu ráðharrunum og fíggjarliga lagnan hjá føroyska fólkinum. Tað er greitt, at tað innihaldsliga er trupult at gera slíkum sendingum eftir. Sendingarnar fingu jú eisini ávirkan á løgtingsvalið. Hinvegin vil eg siga, at tað er púra burtur við at siga, at aðrar ikki er týdningarmiklar.
- Tað er heldur ikki rætt at siga, at SvF hevur lagað seg ov nógv eftir handilsligum atlitum. Eingin onnur sjónvarpsstøð, ið skal senda til alt fólkið, sendir sendingar, sum aðra staðni verða mettar sum smalar sendingar, í bestu senditíð. Har eru sendingarnar sunnukvøld eitt dømi.
- Tað er okkara fatan, at ein ómetaligur stórur partur av Føroya fólki hyggur at SvF sunnukvøld. Vit hava góðar hyggjarar, nógv siga seg síggja alt tað føroyska, og tí sleppa vit undan kolldømandi hyggjaratølum, ið aðrar støðir veruliga líða undir. Tí líkist SvF ikki øðrum rásum og tí kunnu vit senda sendingar, sum øll aðra staðni ikki hyggja at, í bestu senditíð.
- Samstundis sum vit síggja, at nógv hyggja at SvF sunnukvøld, síggja vit eina gongd, har fólk velja ímillum tað føroyska sjónvarpið og aðrar rásir. Vit eru við rúkandi ferð á veg úr eini bókstavamentan og inn í eina skíggja-mentan, sum setir heilt nýggj krøv til føroyska mentan og okkum. Vit merkja tað frá ungdóminum, ið sigur, at SvF skal senda dygd og góðsku. Tað er tekin um tilvit, har tey ungu siga: vit velja dygd fram um nakað annað. Eisini fram um tað, sum er føroyskt. Tað at velja dygd fram um alt annað, er í sjálvum sær eitt tekin um sunnleika. Tað er avgjørt ein avbjóðing til okkum, skulu vit vinna ungu hyggjararnar aftur.
Hvussu sær Sjónvarp Føroya út um 5 ár?
- Vónandi soleiðis sum lagt verður upp til í Øravíkarskjalinum. Tað er sera umráðandi fyri Sjónvarp Føroya at sleppa at virka undir fyritreytum soleiðis at tað ber til at koma so mikið langt. Vit síggja eina vaksandi skíggjamentan, og vit vóna, at SvF verður tann fremsta rásin, tann fyrsti skíggin brúkarin velur - í øllum førum ein, sum brúkarin kemur aftur til fyri at fáa eina heildarfatan av føroyska samfelagnum í breiðum týdningi. Vit koma spakuliga nærri málinum, sum eitur, at triðingurin av sendingunum skulu vera føroyskar sendingar.
Týdningarmikil mentunarberi
Hvat pláss eigur Sjónvarp Føroya í einum framtíðar føroyskum mentunarpolitikki?
- Tað veldst um, hvussu vit velja at hyggja at Sjónvarpi Føroya. Sum mentunarstovnur eigur SvF ein greiðan leiklut í einum føroyskum mentunarpolitikki. Politikararnir eiga at gera sær greitt, um teir ynskja, at SvF skal verða tann mentunarstovnurin, sum hann verður lýstur í Øravíkarskjalinum, ella nakað annað. Sum fremsta rásin hjá føroyingum skal SvF kveikja og menna føroyska mentan, geva eina fatan av føroyska samfelagnum, vera ein trygd fyri at fólkaræðið virkar og so framvegis. Ein og hvør public-service-rás er ein ómetaliga stórur partur av mentunarlívinum í einum og hvørjum landi.
- Samstundis er tað ein sannroynd, at tað eru fáir pengar at arbeiða við. Ein landsstýrismaður í mentamálum hevur eina truplari uppgávu enn aðrir landsstýrismenn, tí hansara grundgevingar kunnu ikki gerast upp í krónum, prosentum og tonsatali her og nú. Avleiðingarnar av tí, hann ger og setir í verk, síggjast ikki fyrr enn um 5-10 ár. Hinvegin er Øravíkarskjalið so mikið greitt orðað, at tað eigur at seta Sjónvarp Føroya á eitt pláss sum ein týðandi mentunarstovnur í samfelagnum, sigur Ivan Niclasen at enda í viðtali.
------------------------
Íkast um mentapolitikk
Hetta er níggjunda samrøðan í eini greinarøð um ein føroyskan mentapolitikk, ið landsstýrið í samgonguskjalinum hevur sett út í kortið skal orðast við støði í mentunarálitinum frá 1996, Avmarkaður marknaður. Í samrøðum og greinum geva vit eitt íkast til orðaskiftið um ein framtíðar mentapolitikk. Komandi leygardag verður samrøða við Páll Danielsen, sjónleikara.