Ikki heilt óvæntað situr føroyski granskarin, 54 ára gamli Pál Weihe úr Sørvági, og tosar í telefon á skrivstovu síni, tá vit ein mikumorgun í apríl trína inn í landslæknahúsini í Sigmundargøtu í Havn. Eftir eina rundvísing í arbeiðsumhvørvi hansara bjóðar fyrikomandi læknin ein kaffimunn í sera ruddiligu skrivstovuni, og setir yvirlæknin og granskarin seg væl til rættis til prátið, sum vit hava fingið í lag við hann. Eitt prát, sum skuldi snúgva seg um meiri og annað enn vørumerkið hjá Páli, sum gransking eftirhondini er. Tá eg gevi honum heitið sum fremsti føroyski granskarin, er læknin skjótur at tala at.
- Hatta er ikki rætt, tí vit hava nógvar framúr granskarar í Føroyum, men kanska eri eg tó fremsti granskarin úr Sørvági, sigur Pál flennandi, áðrenn andlitsbráið aftur gerst álvarsamt.
- Á nei, mín góði vinur Jóan Pauli Joensen, granskari á Setrinum, er eisini sørvingur, so lat okkum bara strika hatta, heldur Pál fyri.
Hart yrki
Bestur ella ikki, so hevur Pál Weihe, síðani hann í 1988 aftur kom til Føroya eftir drúgt lestrar- og arbeiðsuppihald í Danmark, sett síni spor við granskingarúrslitum, sum hava vunnið honum altjóða viðurkenning, og verður hann í hesum døgum enntá nýttur í sjálvum amerikanska valstríðnum. Pál Weihe hevur fingið mest umtalu fyri kanningar sínar um skaðiligu árinini av kyksilvur og PCB evnum í føroyskum mati úr havinum, og í løtuni kannar granskarin strongdina hjá føroyskum fiskimonnum. Mest náttúrliga verður hol sett á prátið við einum spurningi um tað, Pál er vorðin kendur fyri.
- Tað hevur ligið væl fyri at granska í Føroyum, hóast tilveran og fíggjarligu karmarnir eru sera óstøðugir, sigur Pál Weihe. Sambært honum hava føroyingar gjøgnum árini verið samarbeiðsvilligir at luttaka í kanningum hansara, hóast stórar visiónir um Føroyar ofta eru strandaðar á onkrum skrivaraborði í politisku fyrisitingini.
- Í granskingararbeiðnum standi eg andlit til andlits við nógvar atfinningar. Eg skal vera tolin, arbeiða hart og miðvíst, og so skal eg eisini megna at reisa meg eftir mongu vónbrotini á vegnum fram ímóti einum nýggjum úrsliti, greiðir Pál frá. Við hesum útsøgnum hevur hann gloppað okkum hurðina inn í granskingarheimin, vit onnur kenna so lítið til.
Vitanarsamfelagið vegurin fram
Granskarin hevur nú fingið blóð á tonna, og engageraður fer hann undir at lýsa føroyska samfelagið.
- Skulu vit tryggja framburð og koma víðari frá einstáttaða og einfalda fiskivinnusamfelagnum til eitt vitanarsamfelag við øktum útflutnings- og inntøkumøguleikum, mugu vit satsa uppá gransking og kunningartøkni, sigur Pál Weihe.
Hann nevnir Ísland, sum frá at vera ein einføld fiskivinnutjóð er vorðið eitt leiðandi flaggskip á granskingarøkinum, ikki minst orsakað av gitnu granskingarmiðstøðini Decoad.
- Íslendingar vóru sinnaðir at samstarva, men føroyskir politikarar tóku ikki undir við ætlanini um granskingardepil í Føroyum. Hetta skuldi síðani gerast til eitt lógaruppskot, men nú eru nógv ár liðin, uttan at nakað er hent, sigur ein afturlítandi Pál Weihe. Hóast hann sigur seg skilja politikararnar, var hann hugstoyttur og vónbrotin um, at politisk undirtøka ikki var fyri hesum megnar framstigi, sum kundi komið føroysku mono-mentanini til lívs.
- Eg haldi ikki, at orka og íløgur ikki skulu gerast í fiskivinnuna, tvørturímóti skulu vit leggja dent á biotøknifrøðiliga gransking fyri framhaldandi at vera ein leiðandi fiskivinnutjóð, men vit hava brúk fyri fjølbroytni, um vit skulu varðveita høga føroyska livistøðið, slær granskarin fast.
Sambært honum mugu vit hava nøkur modernaði bein at standa á í Føroyum, um vit framhaldandi skulu mennast, men politiski viljin tykist sambært honum ikki vera til staðar at gera neyðugu íløgurnar.
- Føroyar eru eitt fantastiskt samfelag. Vit hava eitt blómandi mentanarlív, samfelagið er trygt, livialdurin er høgur, barnadeyðin er minkaður niður í næstan einki, og vit nærkast absolutta tindinum. Tí er tað synd, at vit ikki hava tað seinasta nationala ágrýtni fyri at koma upp á sjálvan tindin, heldur Pál Weihe, sum sjálvur hevur eyguni vend móti tindinum og vil røkka á mál.
- Um vit raðfesta rætt og taka í egnan barm, kunnu vit sum tjóð saktans røkka ovastu hæddunum og gerast førandi á heimsmarknaðinum, sum aftur kastar av sær óendaligar møguleikar fyri okkum og komandi ættarlið, sigur ein bjartskygdur Pál Weihe.
Hann heldur í hesum sambandi fyri, at hann tekur hjartaliga synd í teimum mongu útbúnu og faklærdu føroyingunum, sum eftir útbúgving í útheiminum bert koma heim til undirvísing og administratión.
- Tað skuldi verið eitt tjóðarynski, at alt okkara góða og útbúna fólk hevði møguleikan at arbeiða og granska í produktivari vinnu, tí so høvdu vit nærkast einum nýggjum ídnaði við støði í kunningartøkni og vitan, sigur ein visionerur Pál Weihe.
Hann heldur, at í seinasta enda ræður um at skapa nakað týdningarmikið og virðismikið, so livistøðið kann varðveitast og mennast.
- Í seinasta enda snýr tað seg um, hvussu vit vilja liva, og eitt boð hjá mær er, at vit m.a. skulu liva av vitan og upplýsing gjøgnum gransking, slær Pál Weihe fast.
Ræðandi frælsi í modernitetinum
Pál Weihe er føddur í 1949 í bygdasamfelagnum í Sørvági og hevur tískil verið vitni til øgiligar broytingar á tøknifrøðiliga økinum, sum kollveltandi hevur skapt ein nýggjan, globaliseraðan og kunningartøknifrøðiligan heim. Tá eg spyrji um reellu og praktisku avleiðingarnar av hesum, reisir læknin seg úr skrivstovustólinum, og eftir eini løtu í djúpari tøgn er Pál til reiðar at svara.
- Størsta avleiðingin av hesi kollvelting er helst, at einstaka menniskja í okkara parti av heiminum livir í einum nógv størri frælsi enn áður, tá lívsleiðin í størri mun var fastløgd, heldur Pál Weihe. Hann slær fast, at vit skulu gleðast um økta frælsið, men samstundis hevur hetta ræðandi og nívandi krøv við sær.
- Ígjøgnum lív mítt havi eg stríðst við eina nívandi byru, sum reella frælsi er, bæði sum privatpersónur og í mínum yrki sum yvirlækni við fullum avgerðarrætti yvir fyri mínum sjúklingum. Einki er torførari enn í fría valinum at finna fram til tað optimala, sigur ein hugsunarsamur Pál Weihe, áðrenn hann heldur fram í klassiska eksistentiella spurninginum um prædestinatión og fría viljan.
- Mín varhugi er, at moderniteturin setir nógv fleiri krøv til unga ættarliðið, sum í lívsins óendaliga og fjølbroytta sjálvtøkuborði missir apetittin, tí jú fleiri valmøguleikar eru, jú størri eru sannlíkindini at missa seg sjálvan burtur, og hetta er ræðandi, heldur Pál, sum enntá í búnum aldri sigur seg merkja nógv til nýggju krøvini í seinmodernitetinum. Hann spyr javnan seg sjálvan, hví hann sum 54 ára gamal situr í Havn og granskar í staðin fyri at vera onkustaðni, har størri tørvur er á hjálp.
- Nútíðarmenniskja er tvingað at velja, og møguleikarnir eru óendaligir. Um tú vil vera hirðmaður í Argentina, stýrimaður í Singapore, bóndi í Føroyum ella elektrikari í Australia, so "go for it", og hetta frælsið er á ein hátt ræðandi, hugleiðir Pál.
- Spurningurin er, hvussu vit administrera reella frælsi okkara, og hetta kann elva til ótta og frustratiónir, slær Pál fast.
Einfalt samfelagskjak
Inni á skrivstovuni hjá Pál Weihe er prátið spakuliga farið frá granskingaryrki hansara til heimspekiligar hugleiðingar. Hetta tykist tó passa Páli fínt, og frá ræðandi frælsinum setir hann hol á eitt annað ávirkandi fyribrigdi í sálarlívi hansara, nevniliga ivan.
- Ivi menniskjunnar er altíð ein passagerur umborð ígjøgnum lívsins hav, og er hetta ein náttúrlig avleiðing av fría viljanum, sum vaccinerar okkum móti stoltleika, sigur Pál, sum eftirlýsir iva, kompleksitet og nuansur í almenna kjakinum.
- Í modernaða heiminum er talan ikki longur um kategoriskar, svart-hvítar og ja-nei sannleikar, og tí skuldi ivin verðið virdur og tikin við í ofta svart-hvíta føroyska samfelagskjakið, heldur Pál Weihe. Hann eftirlýsir pro- og kontraroknskap fyri tey sjónarmið, sum verða førd fram, m.a. í politiska lívinum, og sigur hann, at ivin er ein positiv avleiðing av virðing fyri sannleikanum.
- Kjakið er ofta alt ov einfalt, og í staðin fyri at niðurgera sínar mótstøðumenn sakni eg, at fólk í síni argumentatión taka mótstríðandi sjónarmiðini og ivan við og harvið fáa skapt eina nýggja kjakmentan á einum hægri støði, heldur Pál Weihe.
Æviga leitanin
Ikki er torført at leggja til merkis, at Pál er talsmaður fyri upplýsing, vitan, tøknifrøðiligum og vísindaligum framburði o.s.fr. Hann sigur, at høvuðsdrívmegin í granskingararbeiðinum er leitanin eftir nýggjari vitan og at flyta vísindalig mørk.
- At venda einum steini, eingin hevur vent fyrr, er ein heilt fantastisk kensla, sum bergtekur meg, men so hvørt sum komið verður fram til nýggj vísindalig úrslit og avdúkingar, økjast og vaksa spurningarnir, kompleksiteturin og sjónarringurin, og tískil er yrkið ein ævig leitan, sigur leitandi granskarin.
Hyggja vit nøkur árhundrað aftur í tíðina, hava empiriskar royndir og vísindalig fakta støðugt svarað metafysiskum, andaligum og heimspekiligum spurningum, men meðan ávísir filosofiskir bólkar vænta, at gransking og vísindi einaferð kann svara øllum metafysiskum spurningum og gudfrøðiligum, heimspekiligum loyndardómum, steðgar Pál Weihe á.
- Eg veit ikki, um vísindin nakrantíð fer at føra til, at menniskjuni vera alvitandi sum Gud, men eg vænti tó, at tað altíð verður eitt øki, vit menniskju ikki fáa innlit og vitan í, og hetta eru nú einaferð
fortreytirnar, vit menniskju liva undir, sigur Pál Weihe hugsunarsamur. Hann heldur, at tangentarnir á lívsins orgli vera fleiri og fleiri í báðum endum, so hvørt sum vísindin kemum til nýggj úrslit.
- Líkamikið um tú við sjóneyku granskar eina kyknu, ella um tú við stjørnukikara eygleiðir rúmdina, koma altíð nýggjar dimensiónir til sjóndar. Hetta merkir, at við gransking gerst heimsmyndin ikki einfaldari, men hinvegin alt meiri kompleks, tí vit uppdaga fleiri og fleiri faktorar, sum hava týdning fyri at svara spurninginum, hvussu náttúran starvar, og hetta er jú endamálið við granskingini, sigur Pál.
- Vit kunnu í øllum førum svara fleiri spurningum í dag enn áður, og tað at koma til nýggjar niðurstøður er jú gularótin hjá einum granskara, heldur Pál fyri.
Gjøgnumbrot í muslimska heiminum
Spurdur, um tøknifrøðiligu og vísindaligu framstigini hava gjørt nútíðarmenniskja lukkuligari samanborið við fyrr, er Pál bjartskygdur.
- Eg billi mær inn, at í granskingini og øktari vitan er ein sivilisatiónsgongd farin fram, har líðingin er minkað í okkara parti av heiminum, og vit eru sanniliga heppin og hava ein framíhjárætt at búgva í Norðurlondum og Europa, tí hesi øki seinnu árini hava raðfest toleransu, vitan, upplýsing og gransking, sigur Pál Weihe. Hann leggur afturat, at fyri hvørja nýggja meginreglu og úrslit er nógv blóð úthelt í gøtunum í Europa, t.d. í myrku miðøldini, og hetta skulu vit minnast til. Pál vísir á, at í miðøldini var islam mótvegis í dag ein progressivur trúarbólkur, sum stóð fyri gransking og framburði, t.d. í Spania, og hetta leiðir prát okkara til heimstrupulleikan við fíggindaskapinum millum islam og kristindóm.
Pál Weihe sigur seg hava eina vón um, at reaktionera og fundamentalistiska myrkri, kristindómurin var í fyri nøkrum hundrað árum síðani og Islam nú er í, kann bjargast av modernaðari tøkni í einum globaliseraðum og tætt samanknýttum heimi.
- Øll kunning, alt samskifti og øll vitan má á ein ella annan hátt máa støðið undan fundamentalismuni og elva til eitt modernað gjøgnumbrot í arabiska heiminum, og tí eri eg bjartskygdur viðvíkjandi heimsgongdini, heldur Pál Weihe.
Familjan nr. 1
Inni á skrivstovuni hjá Pál hava vit nú fleiri ferðir fingið okkum upp í koppin, og eftir at hava ferðast víða fær granskarin persónliga spurningin, hvat á lívsins sjálvtøkuborði hevur størstan týdning fyri hann.
- Familjutrivnaðurin hevur altíð verið eitt aðalendamál mítt, og saman við familjuni leggi eg stóran dent á at seta álit í hásætið í øllum lívsins viðurskiftum, sigur Pál avgjørdur. Í flúgvandi hugmyndum hansara um heimspekiligar og vísindaligar heimstrupulleikar hevur hann sostatt bæði beinini á jørðini, har nærumhvørvið og familjan koma í fyrstu røð. Hann heldur, at hetta eisini skal vera eitt aðalendamál tjóðarinnar, at vit leggja nakað gott í komandi ættarlið.
- Vit hava tey fantastisku rættindini, men samstundis tað ovurstóru ábyrgd, lutvíst at skapa og forma børn okkara, og henda uppgávan er tann týdningarmesta fyri okkum øll, sum eigur at vera ovast á raðfestingarlistanum, er seinasta og inniliga áheitanin hjá Pál Weihe til landsmenn sínar.
Prátið er at enda komið, og áðrenn eg eri komin út í tún, er Pál aftur farin til arbeiðis. Hann heldur á í ferð síni upp á tindin, hann vil røkka saman við landsmonnum og tjóð síni.