Vit skylda útróðrarmonnum 1.000 fiskidagar

?Tað er avtalað, at útróðrabátar ímillum 15 og 40 tons skuldu fáa 1.0001 fiskidagar afturat. Tann avtalan er ikki hildin

? Tað er skeivt at bátar skulu noyðast at keypa fiskidagar, tá ið nógv mikið er til. Tað er skeivt, at tað skal vera útgangsstøðið.

Heni O. Heinesen, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum er ikki nøgdur við tað viðferð, ið serliga summir bátar fáa frá almennu myndugleikunum.

Teir bátarnir, sum eru allar ringast fyri, eru útróðrarbátarnir millum 15 og 40 tons, sum ikki hava íslandsloyvi og royna við línu.

Teir høvdu 83 dagar og nú verða teir skerdir eitt sindur afturat.

? Teir eru við at koma niður á eitt mark nú, har fiskidagarnar onki virði hava fyri teir, tí teir fáa so fáar dagar, at tað loysir seg ikki at loysa frá landi.

? Tvs, at teir verða hungraðir úr flotanum, tí teir eru við at koma niður á eitt mark, har ið fiskiloyvi í veruleikanum er tikið frá teimum.

?Tvs, at teir noyðast at keypa sær dagar

? Og tað er blóðskeivt at teir skulu noyðast tað, tá ið tað annars eri nokk av døgum ío bólkinum.


Skylda 1.000 dagar

Men í hesum sambandi fer formaðurin í fiskivinnunevndini at krevja, at ein gomul avtala ímillum Meginfelag Útróðrarmanna øðrumegin og skipanarnevndina og landsstýrið hinumegin, verður hildin.

Tað var avtalan, sum ein arbeiðsbólkur gjørdi á Viðareiði aftaná ?leguna? í januar mánaða 1997.

Tað, sum hevur týdning er, at tað var fiskimálaráðharrin sjálvur, sum setti arbeiðsbólkin - og hann vildi hava semju í bókinum. 10 mans, sum umboða ymsar veiðihættir og myndugleikar, vóru í bólkinum.

Eftir semjuni í bólkinum skuldu útróðrarbátarnir ímillum 15 og 40 tons fáa 1.000 fiskidagar afturat.

? Men hesar dagarnar hava teir ongantíð fingið.

Heini O. Heinesen sigur, at hann fer nú at kanna, hvussu hendan avtalan kann verða sett í verk, so at dagarnir verða útbýttir.

Hann sigur, at hetta kundi gjørt tað munandi lættari hjá hesum bólkinum, ikki minst hjá teimum, sum onki Íslandsloyvi hava, tí teir hava tað ómetaliga trupult.