Vit sleppa ikki undan at grind verður seld

Hvat skal eitt húski gera við fleiri tons av grind?

- Vit sleppa ikki undan, at  grind verður til sølu í handlum

Tað heldur Ólavur Sjúrðarberg.

Umframt at vera grindamaður, er hann eisini formaður í Grindamannafelagnum. Og hann dugir ikki at síggja nakað løgið í tí, at grind er at fáa til keyps í handlum.

 

Hann leggur dent á, at Grindamannafelagið hevur ikki viðgjørt spurningin enn og sostatt er hetta hansara egna áskoðan. Men sjálvur heldur hann, at tað slepst ikki undan, at grind er at fáa til keyps í handlum.

 

Seinastu tíðina hevur kjak tikið seg upp, um grind skal vera handilsvøra ella ikki.

 

- Tá ið fólk hava fingið sín part, avgera tey sjálvi, hvat tey gera við hann, og eg dugi ikki, hvussu vit kunnu taka ræðið av teimum í slíkum føri, heldur Sjúrður Sjúrðarberg.

 

Hann vísir á, at tann, sum finnur eina grind, fær tann størsta hvalin í finningarløn.

 

 

Les eisini: Skal grind seljast í handlunum ella ikki?

 

 

Men hvat skal eitt húski gera við fleiri tons av grind, spyr hann. Hann vísir eisini á, at ofta eru tað útróðrarbátar, sum finna grind og teir verða mangan noyddir at leggja minst ein útróðrardag, ofta fleiri, niður, í samband við eina grind.

 

Samstundis mugu tey, sum halda vakt, merkja, og annars hjálpa til fyri at tryggja, at alt fer rætt fram, ofta leggja arbeiðið niður.

 

 

Les eisini: Einasti møguleiki hjá nógvum at fáa grind

 

 

- At fara í grind, er sostatt ofta ein stórur, fíggjarligur missur, hjá summum fólki, sigur Ólavur Sjúrðarberg.

 

Og hann heldur ikki, at tað er løgið at fólk selja burturav tí eykaparti tey fáa, tí at tey finna eina grind, ella hava ávísar skyldur sambandi við grindadráp, og kanska mugu leggja arbeiði niður av tí sama.

 

 

Les eisini: Taka nú støðu til eyman spurning

 

 

Ólavur Sjúrðarberg vísir á, at yvir 90 prosent av hvørjari grind verður býtt sundur í drápspartar og heimapartar og sostatt er tað í øllum føri ógvuliga avmarkað, hvussu nógv grind endar í kølidiskunum í handlunum.