Vit sluppu ikki at spæla við

Løgmaður stjól sær bóltin undir armin fyri tveimum árum síðani, men nú hann datt um beinini á sær sjálvum, roynir hann at geva okkum skyldina

- Hetta er eitt sindur groft av løgmanni.

Tað heldur Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Framsókn.

Í morgun skrivaðu vit her á in.fo, at sambært løgmanni gongst illa at fáa nakran at taka ábyrgdina á seg at gera eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Les eisini: Enn er onki boð komið

 

Hetta er fallið Poul Michelsen fyri brósti.

- Tað er órættvíst av løgmanni at geva øðrum skyldina fyri, at einki er hent, sigur hann.

Hann sigur, at veruleikin er, at løgmaður tók bóltin undir armin fyri tveimum árum síðani og enn er eingin annar sloppin at spæla við.

- Tí frábiðið eg mær, at eg fái skyldina, nú løgmaður er dottin um beinini á sær sjálvum, sigur Poul Michelsen í myndatali.

 

Les eisini: Løgmaður: Tað verður ongin kollvelting

 

Tað hann sipar til, er, at higartil hevur samgongan fullkomiliga hildið andstøðuna uttanfyri alla ávirkan í arbeiðnum at gera eina fiskivinnunýskipan.

- Samgongan skuldi klára alt sjálv og fyribils hava vit bara verið á einum einasta fundi við samgonguna, har vit skuldu svara 17 spurningum í samband við eitt uppskot, vit ikki so frægt sum sluppu at síggja, sigur løgtingsmaðurin fyri Framsókn.

- Tí eru vit í Framsókn ikki orsøkin til, at onki er hent. Eg skal ikki svara fyri hinar flokkarnar í andstøðu, men eg haldi meg vita, at teir hava ikki fingið meiri at vita frá samgonguni enn vit hava.

- Men nú tað er farið at sansa at, skulu tað brádliga vera vit, sum hava skyldina, tað góðtaki eg ikki , sigur Poul Michelsen.

 

Løgmaður fýltust eisini á, at teir flokkar, sum hava talað fyri, at fiskirættindi verða seld á uppboði, enn ikki hava greitt frá, hvussu tað skal skipast

Men Poul Michelsen sigur, at tey í Framsókn eru ikki sloppin at greiða samgonguni frá.

- Vit eru ikki spurd. Andstøðan er útihýst í tvey ár og tí hava vit ikki havt møguleikan at greiða frá, sigur Poul Michelsen.

- Tí dugi eg ikki at síggja, hvussu tað nú skulu vera vit, sum eru trupulleikin, sigur løgtingsmaðurin fyri Framsókn.