Vit standa púra spyrjandi

Tað er ótrúligt, at politikarar ikki hava skilt støðuna, sigur Pedagogfelagið

Nú landsstýrið hevur lagt uppskot til fíggjarlóg fyri næsta ár, fyri Løgtingið, er tað fallið Pedagogfelagnum fyri bróstið, at einki sæst til nøkur tiltøk at bøta um starvsfólkatrotið á dagstovnunum kring landið, eitt nú, at ein flokkur afturat at pedagogum verður tikin inn á Fróðskaparsetrið

 

– Trotið á námsfrøðingum tykist ikki vera nakað, ið politiska skipanin, tekur í álvara, sigur Pedagogfelagið í eini fráboðan.

 

Tey vísa á, at stjórin í Almannaverkinum hevur víst á, at tey næstu 10 árini fær Almannaverkið brúk fyri 700 nýggjum starvsfólkum. Eini 95 prosent av hesum eru námsfrøðingar og hjálparfólk. Hesi fólkini skulu finnast í Føroyum fyri at veita borgarunum tær tænastur, ið eitt vælferðarsamfelag ásetur, sigur felagið.

 

Tey siga, at her er talan um nýggj starvsfólk, ið skulu avloysa tey starvsfólk, sum fara frá fyri aldur – umframt at nýggjar tænastur fara at verða veittar. Men Pedagogfelagið heldur, at hetta talið er lágt sett, tí longu nú ivast vit stórliga í um fólk fáa eina haldgóða, námsfrøðilig tænasta, sigur felagið. Tey vísa á, at tað hendur seg alt ov ofta, at starvsfólkini alt eru einsamøll til arbeiðis, náttarvaktir eru spardar burtur og tænastan er í botni í feriutíðini.

 

Á nógvum dagstovnum og frítíðarskúlum hjá kommununum er støðan er støðan longu ring. Tað er ringt at fáa nokk av starvsfólkum, og fleiri størv sett við ungum fólkum, ið ikki ætla sær at verða verandi á námsfrøðiliga økinum.

 

– Nýggi veruleikin hjá fleiri stovnum er, at tey eru noydd at ringja til foreldur at boða frá, at tey koma eftir børnini í ótíð, tí stovnurin ikki hevur fólk at taka sær av teimum.

 

– Vit síggja samstundis, at tørvurin á námsfrøðiligum stuðlum innan fólkaskúlan er økt og tykist bara økjast komandi árini. Hyggja vit eftir limalistanum hjá Føroya Pedagogfelag, eru 300 námsfrøðingar og hjálparfólk longu eru 60 ár ella eldri. Tað vil siga, at tey helst fara frá fyri aldur hesi næstu 10 árini.

 

Tí harmast tað um, at landsstýrismaðurin, Jenis av Rana, einki ger, sum tey siga. Hann sigur, at har skal framvegis kannast um tað er betri er at skilja útbúgvingina sundur í eina dagstovna- og ein sosialpedagogiska útbúgving - og harvið er tað ein umbering fyri, at einki verður gjørt, heldur Pedagogfelagið.

 

– Vit, ið kenna støðuna, standa púra spyrjandi. Hvussu ber tað til at hava so lítla virðing fyri framtíðarinnar ættarliði, og teimum, ið tørva námsfrøðiligan stuðul at megna gerandisdagin, spyr Pedagogfelagið.

 

Tey halda, at nú má Landsstýrið finna hasar fáu krónurnar, soleiðis, at ein flokkur afturat kann takast inn at lesa námsfrøði á Fróðskaparsetrinum.