-Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at eitt føroyskt felag er við í samtakinum, tí tað kemur við know how og vitan um Føroyar og skipaninar her sigur fyritaksstjórin í danska felagnum Dong, Holger Lavesen, sum var hjástæddur, tá avtalan millum Atlantic Petroleum og The Faroes Partnership varð undirskrivað herfyri.
Hann er fegin um, at tað hevur eydnast júst teirrra bólki at fáa eina samstarvsavtalu við føroyska felagið, tá hugsað verður um, hvussu nógv onnur oljufeløg eisini hava ynskt eitt slíkt samstarv. -Eg haldi, at Amerada Hess, sum operatørur í bólkinum hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri at fáa hesa avtaluna í hús sigur Holger Lavesen, sum eisini heldur tað vera áhugavert at merkja sær, at tey fimm feløgini í samtakinum umboða fimm ymisk lond. At hava fingið sjálvt vertslandið við í samtakið kann bara vera gott leggur hann aftrat.
Holger Lavesen undirstrikar, at teir við hesum samstarvi við eitt føroyskt felag ikki hava ætlað sær at fáa nakrar fyrimunir í eini útbjóðing. -Vit hava gjørt okkum greitt, at hetta má ikki skiljast sum ein roynd at fáa fyrimunir. Alt eigur at fara fram eftir bókini, eisini ein útbjóðing.
Ymsar skipanir
Kamma Strand, leiðari av informatiónstænastuni hjá Norsk Hydro er eisini fegin um samstarvið og undirstrikar somuleiðis, at her er talan um eina kommerciella avtalu.
Nú Noreg hevur nógvar royndir viðvíkjandi við almennum og hálvalmennum oljufeløgum spurdu vit Kamma Strand, um føroyingar eisini áttu at havt eitt alment oljfelag, sum kundi tryggjað, at landið er við í øllum lisensum og harvið fylgt tí norska modellinum?
-Tað er ikki upp til okkum at siga, hvussu tit skulu gera hetta. Ymisk lond brúka ymsar skipanir fyri at fáa lut í oljuvinninginum eitt nú gjøgnum almenn oljufeløg, gjøgnum skatta- og avgjaldsskipanir osfr. Skuldi The Faroes Partnership samtakið ikki funnið olju, so vilja Føroyar kortini fáa nakað burtur úr er olja í undirgrundini. Hon vísir á, at norski staturin mátti brúka stórar upphæddir fyri at vera við í leitingini. Og tað gingu nógv ár, áðrenn hetta gav nakað úrslit. Spurningurin er so um tað er rætt í einum og øllum at samanbera norsk og føroysk viðurskifti. Tað kann vera gott at gera brúk av norskum royndum í einum føri, meðan tað í einum øðrum føri er betur at gera sínar egnu royndir og skipanir leggur hon aftrat.
Føroyskar vørur og tænastur
Michael Welland frá Lasmo krógvar heldur ikki, at føroyska luttøkan í samtakinum hevur stóran týdning. -Eg haldi vit við hesum stigi av røttum kunnu kalla okkum ?The Faroes Partnership?. Vit eru ikki ovurstór oljufeløg men arbeiða øll í altjóða oljuvinnuni og vit eru fegin um, at vit hava fingið eitt føroyskt felag við í arbeiðið. Tað var soleiðis Lasmo byrjaði fyri 25 árum síðani, og vónandi síggja vit eitt stórt og gott føroyskt oljufelag um ikki um 25 ár so væl fyrr.
Vit spurdu Michael Welland, um samtakið ikki er meira bundið til at brúka føroyska arbeiðsmegi og vørur, tá farið verður undir oljuboring, nú teir hava ein stóran part av føroyska vinnulívinum við í samtakinum!
-Hetta er nakað vit leggja stóran dent á, men tað eru onnur feløg, sum gera arbeiðið fyri okkum. Vit fara tó at gera okkara ítarsta fyri, at borifeløgini og aðrar fyritøkur, sum verða við í arbeiðinum her, hyggja eftir, hvat føroyingar eru førir fyri at lata av bæði vørum og tænastum.
Hvat viðvíkur óttanum frá øðrum oljufeløgum, sum ikki hava føroysk oljufeløg sum samstarvspartnarar, fyri at The Faroes Partnership skal fáa framíhjárætt í eini útbjóðing sigur Michael Welland frá Lasmo, at tað hevði komið sera óvart á The Faroes Partnership, um teir skuldu fingið nakrar fyrimunir í eini útbjóðing av tí orsøk. -Hetta er avgjørt ikki nakað, sum vit rokna við. Hann heldur føroyska luttøkan er av týdningi fyri at skilja føroyska vinnu- og handilslívið betur og liva upp til navnið á samtakinum.
Hann vísir annars mannagongdina á Falklandsoyggjunum, har íbúgvararnir nettup settu pengar í privat oljufelag, sum hevur verið við í leitingini. At arbeiða saman í bólkum á henda hátt er besti og bíligasti mátin. Tú savnar kreftirnar og vitanina og harvið eisini vágina á einum stað.
Michael Welland viðgongur annars, at teir eru við at gerast ótolnir, nú útbjóðingin dregur út. -Eg haldi tað er rætt at siga, at vit øll eru ótolin. Vit hava gjørt eitt stórt arbeiði, sum vit vilja sleppa at halda fram við. Men vit ásanna og skilja, at her eru avbjóðingar, sum føroyingar vilja hava uppá pláss, soleiðis at ein útbjóðing verður gjørd út frá teimum bestu fortreytunum.