- Í Libanon var ikki semja um at beina fyri Yasser Arafat, men sjálvur iðri eg meg um, at vit ikki beindu fyri honum, sigur Ariel Sharon í samrøðu við ísraelska blaðið Maariv. Blaðið prentaði ein part av samrøðuni í gjár, og í dagsins útgávu er hon prentað í heilum líki.
Sharon var verjumálaráðharri, tá ísraelski herurin kringsetti Arafat og PLO-deildir hansara í vestara parti av Beirut á heysti í 1982. Ísraelska flogvápnið søkti fleiri ferðir at teimum plássunum, sum Arafat fjaldi seg í, til palestinski leiðarin fekk frítt at fara til Tunis.
Hóast tey beisku orðini sigur Sharon tað ikki vera óhugsandi, at hann einaferð í framtíðini fer at samráðast við Yasser Arafat. Men treytirnar eru greiðar:
- Tekur Arafat tey stig, sum vit krevja, at hann skal taka, kann tað hugsast, at vit fara at samráðast við hann, sigur Sharon í samrøðuni við Maariv.