- Vit vænta at upsamarknaðurin fer at batna

Marner Lisberg heldur, at áhugin fyri upsavørum sum heild er veksandi aftur í Evropu, nú so nógvur upsi fer eystureftir. Somuleiðis eru útlit til, at marknaðurin fyri saltaðum upsavørum í eitt nú Brasiliu og Karibiu er veksandi aftur

Fiskivinna

Hósdagin í næstsíðstu lótu virkini í Sandoynni uppaftur eftir at hava verið stongd seinastu vikurnar.
Nevndarformaður í Sandoy Seafood er Marner Lisberg. Hinir nevndarlimirnir í felagnum er Egil Olsen, Kjartan Mohr og Bjarki Magnussen. Stjóri er framhaldandi Magnus Jespersen, men aftrat sær sum framleiðslustjóra hevur hann fingið Andreas F. Hansen, sum hevur sæti á virkinum í Skopun.
Andreas F. Hansen hevur eitt nú verið stjóri á Faroe Seafood í Fraklandi.

Salta og frysta

Marner Lisberg sigur, at síðan virkini lótu uppaftur, hevur verið arbeitt bæði á Sandi og í Skopun. Framleiðslan á Sandi er saltfiskur, og í Skopun verður fiskurin framhaldandi flakaskorin og frystur.
Nevndarformaðurin sigur, at lítið av fiskaarbeiði var á virkinum á Sandi í fjør, tí lítil og eingin toskur hevur verið at fingið, og marknaðurin fyri saltaðan upsa hevur verið vánaligur.
- Toskurin bleiv meira ella minni burtur úr fiskiskapinum hjá skipunum og tann fiskur, sum kortini hevur verið á marknaðinum, hevur verið dýrur at fingið hendur á.
Hann sigur, at marknaðurin fyri saltaðan upsa hevur verið vánaligur, eitt nú tí, at kreppa hevur verið í Brasiliu, har Sandoy Seafood hevði ein marknað fyri sínar vørur.
- Men marknaðurin broytist alla tíðina, og nú gongur betur í Brasiliu. Tí meta vit, at ein ávísur møguleiki er fyri, at landið aftur verður áhugavert í hesum sambandi. Sama er við Karibiu, sum eisini hevur keypt saltaðan upsa.
Marner leggur dent á, at hann er ikki framleiðsluleiðari og ikki framleiðslukønur í Sandoy Seafood, men hann heldur, at tað sær heldur betur út við marknaðinum fyri saltaðan upsa.
- Vit kenna framleiðsluna og vita, hvat hesi londini vilja hava. So, vit vænta, at her verður okkurt at heinta hjá okkum, sigur hann.

Áhugi fyri upsa

Marner heldur, at áhugin fyri upsavørum sum heild er veksandi aftur í Evropu, nú so nógvur upsi fer eystureftir.
- Russar eru farnir at keypa nógvan upsa, sum teir vilja hava heilan, tí fiskurin er bíligari at framleiða í Ruslandi enn her um okkara leiðir. Hetta merkir so aftur, at minni upsi verður á evropeiska marknaðinum, sum aftur væntandi fer at føra til størri eftirspurning ? og harvið eisini betri prís fyri upsavørur.
Hann ásannar tó, at upsin verður seldur á marknaðinum í harðari kapping við eitt nú alaska pollock, nú dollarin er so lágur.
- Eg dugi ikki at síggja, at upsaprísirnir kunnu fella uppaftur meira. Nú er bert ein vegur, og tað er uppeftir. Fæst ikki meira fyri upsan, nú so lítil toskur er uppi í veiðini, verður einki grundarlag undir skipunum heldur, sigur Marner.
Ein stórur partur av framleiðsluni, sum virkað verður í Skopun, verður seld til Týsklands og Fraklands.

Útróðurin týdning

Spurdur, hvønn týdning útróðurin í Sandoynni hevur, sigur Marner Lisberg, at tá ið hampiligur útróður er, ger hesin fiskurin góðan mun í framleiðsluni.
- Men nú so lítil toskur er at fáa, er útróðurin yvirhøvur slakur.
Hann vísir á, at bátar, sum royna á Norðhavinum, hava latið illa at, og tá ið hetta er í bestu vártíð, bendir mangt á, at toskurin ikki er best fyri í løtuni.
Nevndarformaðurin vísir á, at høvuðsgrundarlagið undir rávørutilgongdini hjá Sandoy Seafood hevur verið upsin, sum teir tríggir trolararnir, Eysturbúgvin, Nornagestur og Kolumbus, hava fingið.
- Vit vóna, at hesi skip framhaldandi verða høvuðsgrundarlagið undir rávørutilgongdini hjá virkjunum í Sandoynni, sigur Marner Lisberg at enda.