- Vit vóru aftur hepnir í kvøld

- Eftir at hava sæð hendan dystin haldi eg, at vit skulu vera glaðir fyri eina stigið, sigur redaktørurin á ungarsku útgávuni av kenda fótbóltsblaðnum, Four Four Two

Kvøldsins HM-undankappingardystur ímóti Ungarn endaði 0-0. Undan dystinum varð prátað við ungarska redaktørin av kenda fótbóltsblaðnum, Four Four Two. Ungarski redaktørurin eitur Gyorgy Szollosi. Hann segði undan dystinum í kvøld, at ungarar vóru hepnir í báðum dystum í farnu undankapping, har Føroyar og Ungarn eisini vóru í bólki saman.

 

Les eisini: Vit vóru hepnir ímóti Føroyum í síðstu undankapping

 

Aftur í kvøld heldur Gyorgy Szollosi, at ungarar vóru hepnir at vinna stig ímóti Føroyum.

 

- Eftir at hava sæð hendan dystin haldi eg, at vit skulu vera glaðir fyri eina stigið. Føroyingar høvdu stórar málmøguleikar, og tað var heppið fyri okkum, at hesir møguleikar ikki vórðu gagnnýttir. Í síðstu minuttunum høvdu vit tó ein sera stóran møguleika til at skora avgerandi málið, sigur ungarski blaðstjórin.

 

Hann sigur víðari, at Ungarn avgjørt hevði ætlað sær ein sigur í kvøld, og at hetta ikki er ein góð byrjan upp á nýggju HM-undankappingina.

 

- Aftur í dag sóu vit, at Føroyar spæla álopsfótbólt, har farið verður eftir sigrinum. Tað er tó ongin ivi um, at føroyingar eru meira glaðir fyri hetta úrslitið enn ungarar eru. Heimaáskoðarar tyktust at vera glaðir fyri stigið, men tað skulu ungarar eisini vera, tí at vit høvdu væl kunnað tapt. Vit ætlaðu okkum at vinna, so hetta var ikki ein góð byrjan upp á HM-undankappingina fyri okkum, sigur Gyorgy Szollosi.

 

Júst sum venjarin hjá Ungarn, Bernd Storck, so væntar Szollosi, at onnur lond eisini fara at fáa trupulleikar ímóti Føroyum á Tórsvølli.

 

Les eisini: Hini londini fara eisini at missa stig á Tórsvølli

 

- Eg ivist ikki í, at hini londini eisini fara at hava tað trupult á Tórsvølli, vóru seinastu orðini frá Gyorgy Szollosi.