Vit vóru bara betri

Víkingur sendi føroyameistararnar úr steypakappingini í gjár.

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, er ovurfegin, og heldur at sigurin var uppiborin.

 

HB spældi betri enn í stórsteypadystinum. Vit vóru omaná í gjár. Vit høvdu fimm ella seks upplagdar málmøguleikar, og teir høvdu tveir, sigur Jógvan Martin Olsen.

 

Venjarin hjá Víkingi hevur sagt undan kappingarbyrjan, at hann strembar eftir at vinna gull í ár. Annað hvørt í steypakappingini ella landskappingini ? ella í báðum.