Liðformaðurin Óli Johannesen viðurkendi eftir tapið í Glasgow, at avrikið var ikki nøktandi.
- Hetta var ikki nóg gott. Innsatsurin var á góðari leið, tí tað sást betur, at vit royndu at stríðast. Hetta var avgjørt ikki tað, sum vit høvdu roknað við. Eg hevði heldur ikki roknað við, at tað skuldi ganga so galið ímóti Skotlandi, men skulu vit taka nakað positivt við, so var tað, at innsatsurin var betur hesaferð, sigur hann.
- Í fyrra hálvleiki gekk sera illa, men tað bleiv nakað frægari í seinna hálvleiki, tá ið vit trektu okkum eitt sindur longur aftur. Kanska vóru vit eitt sindur ov djarvir í fyrra hálvleiki, og tað gekk betur at verja í seinna hálvleiki, tá ið teir kanska eisini settu ferðina eitt sindur niður.
Føroyar hava nú tapt 6-0 í tveimum dystum á rað, og tað er ikki júst tað, sum liðformaðurin roknaði við fór at henda.
- Vit eru í holt við at byggja nakað nýtt upp, tað eru fleiri nýggir spælarar á liðnum, og vit hava roynt eina nýggja spæliskipan. Í dag kann mann ikki siga, at innsatsurin var ov lítil, tað kundi mann kanska sigast seinast. Hetta er nakað sum tekur tíð.
- Tað hevur gingið væl undan hesum dystunum, men nú vísir tað seg ikki at rigga heilt so gott, og tað er upp til venjaran at gera av, um nakrar justeringar skulu gerast, sigur Óli Johannesen.