Vit vóru púra hjálparleysir

HVALAMERKING Tað píndi meg at síggja grindahvalirnar liggja og veltast á sandinum uttan at vit sluppu at avlíva teir, sigur Signar Olsen, grindaformaður í Hvalba

- Vit gjørdu eitt fyrimyndarligt arbeiði, men vit eru ómetaliga kedd av, at tað gekk so illa, sum tað gjørdi.
Signar Olsen, grindaformaður í Hvalba, sigur, at tað, sum hendi í Hvalba í mikudagin, pínir hann, sum gamlan grindamann.
Hann fýlist á, at tað gekk alt ov long tíð frá tí, at tað varð greitt, at hvalirnir stóu ikki til at bjarga, og til teir umsíður fingu loyvi at skera teir á háls.
Hann staðfestir samstundis, grindaformenn í Hvalba vera ikki við til at merkja hval einaferð afturat, uttan so, at mannagongdin verður munandi broytt.
- Í Hvalba hava vit ikki verið úti fyri slíkum áður og vit vilja ikki vera úti fyri slíkum aftur, sigur hann.

Fyrimyndarligt
Signar Olsen sigur, at grindin varð funnin um morgunin, og tá ið tað varð greitt, at talan var um eina lítla grind, vórðu teir samdir um, at Náttúrgripasavnið skuldi fáa grindina at merkja.
- Vit ætlaðu at gera eina góða gerð, tí vit vita, hvussu stóran dent, tey á Náttúrugripasavninum leggja á at sleppa at seta sendarar á grindahval til vísindaligt endamál, sigur hann.
Seinnapartin komu fólk frá Náttúrugripasavninum suður úr Havnini við skjóttgangandi báti at merkja.
- Arbeiðið at merkja grindina gekk fyrimyndarliga væl, men tá ið grindin skuldi fáast út aftur, tóku trupulleikar seg upp.
- Grindin vildi bara ikki út aftur, hvussu vit so royndu. Vit høvdu fleiri mans sum vassaðu út í og sum royndu at venda teimum útfrá, og leiða teir úteftir, men har var onki at gera.
- Teir vendu inn aftur hvørja ferð.
- Vit høvdu eisini fleiri bátar, sum eisini settu á hvalirnar og sleipaðu teir nakað út á fjørðin. Men alt fyri eitt, teir vórðu loystir, fóru teir við sjógv á bak innaftur.
- Ta einu ferðina setti hvalurin ferð á innaftur, beinanvegin endin slakaðist eitt sindur og dróg enntá bátin við sær inn aftur, sigur grindaformaðurin.
Signar Olsen sigur, at tað var fjarandi sjógvur og út á kvøldið vóru hvalirnir fjaraðir uppi, so at teir kundu ganga turrskøddir rundan um teir.
- Vit vóru púra maktarleysir tí vit kundu ikki gera meir, enn vit longu høvdu gjørt. Vit høvdu fleiri mans vassandi upp undir mitt og meiri enn tað, úti í tí kalda sjónum í fýra, fimm tímar og hóast summir teirra vóru í froskmannabúna, vóru teir rættiliga kaldir og illa fyri.

Fingu ikki loyvi
Tá ið ein grind er merkt, er hon friðað og tí kundi hvalirnir ikki avlívast, fyrrenn loyvi fekst til tað.
- Sýslumaðurin fekk boð um, hvussu støðan var, men boðini frá honum vóru, at loyvi mátti fáast frá myndugleikunum í Havn til at avlíva hvalirnar, tí at grindin var merkt og sostatt friðað.
Men loyvi til at drepa grindina kom ikki fyrrenn klokkan gekk til 23.
Tá vóru fleiri hvalir longu deyðir av sær sjálvum.
- Tað var ikki nøkur vøkur sjón at síggja hvalirnir liggja á sandinum og eg haldi ikki, at hetta var nóg væl handfarið, sigur hann.
- Vit hava ringan smakk í munninum av hesum, sigur Signar Olsen.
Sjálvt um hann ásannar, at hann er ikki serfrøðingur, ivast hann ikki í, at talan var um djórapínslu
Signar Olsen sigur, at teir fingu at vita, at fólk skuldi koma suður aftur morgunin eftir at meta um støðuna og aty hvalur kann saktans liva leingi uppi á turrum.
Men hann ivist um tað sama er galdandi á sandi, sum á fastari grund.
- Vit hava aldubrot og eg veit, at fara vit oman í sjóvarmálan at fáa sjógv at skola við, er nógvur sandur í sjónum. Onkur veit kanska betri, men eg ivist ikki í, at hvalirnir hava fingið sand í andaleiðina og í lunguni.

Ikki aftur
Signar Olsen væntar ikki, at nakar av grindaformonnunum í Hvalba fara at taka slíkt arbeiði upp á seg einaferð afturat at merkja eina grind, soleiðis sum mannagongdin nú er.
- Skuldi tað komið soleiðis fyri aftur, at ein grind skal merkjast, skulu teir, sum stíla fyri merkingini, eisini sjálvur vera við til at fáa grindina út aftur til havs.
- Sum grindaformenn hava vit eina stóra ábyrgd og hetta standa vit ikki modell til einaferð afturat, staðfestir hann.
- Í hesum føri fingu einki gjørt, tí teir frá Nátturugripasavninum fóru norður aftur, at kalla beinanvegin, merkingin var liðug og lótu tað standa til okkum at fáa grindina út aftur.
- Og tá ið tað so ikki eydnaðist, gekk alt í verðini ov long tíð at fáa samband við teir og síðani aftur at fáa loyvi til at avlíva hvalirnar.
Grindaformaðurin sigur, at tá ið teir høvdu gjørt støðuna upp, átti avgerðin um at avlíva hvalirnar, at verðið tikin nógv skjótari, enn hon varð.
- Høvdu teir, sum stílaðu fyri merkingini, verið á staðnum og høvdu sæð støðuna við egnum eygum, høvdu teir fingið veruleikakenda uppfatan av støðuni, heldur uppfatanin teir fingu, tá ið avgerðin skuldi takast umvegis telefon úr Havnini.
- So er eisini sannlíkt, at teir høvdu tikið eina skjótari avgerð um at avlíva hvalirnar.
- Hjá okkum, sum stóðu uppi yvir hvalunum alt kvøldið, fall tíðin pínandi long, tí vit sóu, hvørjari støðu hvalirnir vóru í, sigur hann.

Alt ov leingi
Signar Olsen ivast eisini í um tað er rætt at reka alla grindina inn fyri at merkja fimm hvalir.
- Eg haldi, at tað hevði rættari at tikið fimm hvalir burtur úr og merkt teir og so latið teir farið aftur til grindina.
- Men vit fingu at vita, at tað hevði týdning at øll grindin var saman og tí varð øll grindin rikin inn.
Hann heldur, at vit eiga at læra nógv av hesari støðuni, tí skal grind merkjast aftur, kann hetta ikki verða mannagongdin.
- Vit gjørdu allir eitt fyrimyndarligt arbeiði, bæði grindamenninir í Hvalba og fólkið frá Náttúrugripasavninum. Men tað stóð ikki í okkara makt at fáa hvalirnar avstað aftur og tí átti ein avgerð at verðið tikin beinanvegin útfrá støðuni, sum hon var. Og tá ið vit hugsað um hvalirnar, tók tað alt ov langa tíð at taka avgerðina, sigur Signar Olsen.
LES EISINI GREININA: EIN STÓR GØLA
LES EISINI GREININA: HETTA VAR ÓHEPPIÐ