Vit ávaraðu løgmann

- Vit vistu alla tíðina, at løgmaður fór onki at fáa burtur úr umbønini til donsku stjørnina um at hækka ríkisveitingina til Føroya 150-200 milliónir.
Fólkafloksmenn staðfesta nú, at tað kemur alt annað enn óvart á teir, at danska stjórnin ikki vildi góðtaka, at ríkisveitingin til Føroya skuldi hækka.
Sambandsflokkurin hevur annars gjørt nógv burtur úr at geva Sjúrði Skaale Fólkatingsmanni, ein stóran part av skyldini fyri, at tað ikki eydnaðist at fáa danir at hækka ríkisveitingina til Føroyar 150-200 milliónir.
Sambandsfólk hava fleiri ferðir endurtikið, at Sjúrður Skaale hevur ikki verið loyalur, tí hann hevur ikki arbeitt heilhjartaður á Fólkatingi fyri at hækka blokkin av teirri einføldu orsøk, at hann hevur verið ímóti tí.
Men Fólkaflokkurin staðfestir nú, at Jørgen Niclsen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum og formaður Fólkaflokins, var í øllum førum ikki meiri enn hálvhjartaður í hesum sambandi, tí hetta var ein ætlan, hann hvørki trúði upp á, ella tók undir við.
- Fólkaflokkurin var ímóti, at vit skuldu biðja danir um hægri ríkisveiting og vit ávaraðu ímóti at fara til Danmarkar at biðja um hægri ríkisveiting, tí tað fór einans at enda við eini eyðmýking.
- Vit vistu, at danska stjørnin fór ikki at ganga føroyska ynskinum á møti og at talan í mesta lagi kundi verða um at ríkisveitingin varð prístalsviðgjørd, og at hækkingin sosatt ikki varð meiri enn átta-níggju milliónir, staðfesti Bjarni Djurholm, tingmaður.
Jákup Mikkelsen staðfesti, at í Fólkaflokkinum vóru tey púra greið yvir, at onki kundi spyrjast burtur úr ætlanini hækka ríkisveitingina at hækka.
- Tað boðaðu vit eisini frá og vit ávaraðu allan Sambandsflokkin um, at hetta fór ikki at eydnast, segði Jákup Mikkelsen.

Blokkurin fer ikki at hækka
Tá ið løgtingsval verður aftur um trý ella fýra ár, verður danska ríkisveitingin tann sama, sum hon er í dag.
Tað ivast Jákup Mikkelsen, formaður fyri tingmanning Fólkaflokksins, ikki í.
Hann staðfestir í fyrstu atløgu, at danska stjørnin hevur gjørt púra greitt, at ríkisveitingin verður ikki hækkað.
Einasta hækkingin, sum talan kann verða um, er at prístalsviðgerða blokkin.
Í ár er hækkar blokkurin 8,6 milliónir krónur av hesi orsøk.
Samstundis hevur samgongan staðfest, at 15% av tí, sum inntøkurnar hjá landskassanum veksa, skulu mótroknast í tí, blokkurin hækkar.
Tað merkir, at bara inntøkurnar hjá landskassanum hækka 60 milliónir næsta ár, sum er lágt sett, kemur ikki ein króna upp á blokkin, tí 15% av tí eru níggju milliónir og tað skal mótroknast í prístalsviðgerðini, sum neyvan verður meiri enn tað.
Kortini hevur samgongan eisini avtalað, at blokkurin skal ikki lækkast niður um 615,5 milliónir krónur.

Ongin viðmerking
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur onga viðmerking til bersøgnu útsøgnina hjá Jákupi Mikkelsen.
Tað einasta hann sigur, at hvat samráðingum í heyst viðvíkja, heldur hann seg til samgonguskjalið.
Har stendur:
Samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Av hesum og komandi árligu økingini av ríkisveitingini verða 15% av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini.
Les eisini greinina: Løgmaður eyðmýktur í Danmark.