Á eyka bygdarráðsfundi á Sandi í gjárkvøldið greiddi Hans Jákup Mikkelsen hjá Marine Harvest Føroyar frá teimum ætlanum, sum alifyritøkan hevur á Sandi.
Hann greiddi eisini frá, hvussu felagið í samstarvi við Delta Seafood kann virka fyri, at fiskavirkið í Skopun verður latið uppaftur í næstum sum saltfiskavirki.
Tað eru tvey aliøki sett av út fyri bygdini á Sandi, eitt úti við Salthøvda og eitt á sjálvari Sandsvág.
- Vit fara at kanna bæði økini gjøgnum veturin fyri at vita, hvat økið er best egnað. Hetta merkir, at vit fara at leggja ringar út í báðum støðum við ongum fiski í, og so fara vit at eygleiða økið, bæði við alduhædd og streymi.
Hans Jákup Mikkelsen vísti á, at í vár fer Marine Harvest Føroyar síðan at velja tað økið, sum er betri egnað til aling.
- Um tað tá vísir seg, at vit kunnu brúka økið, fara vit at seta fisk í ringarnar til várs. Vísir tað seg hinvegin, at aldan er og høg, noyðast vit at rigga av aftur.
Hann segði við Rás2 í dag, at trupulleikin við Sandsvág er, at her er ein innsigling.
- Ein viti stendur á pierinum á Sandi, og tí vil Landsverk ikki hava okkum at leggja aliringar á Sandsvág sum kunnu órógva innsiglingina.
Hans Jákup Mikkelsen vísti á, at hetta er orsøkin til, at alifelagið enn ikki hevur søkt um at sleppa at ala á sjálvari Sandsvág.
- Men, vit fara at søkja um hetta loyvi eisini, og vit fara at royna at finna ein loysn saman við Landsverki. Málið er at finna út av, hvussu innsigling og aling á Sandsvág kunnu flættast, segði hann.
Hoyr samrøðuna, sum Rás2 í dag gjørdi við Hans Jákup Mikkelsen - við at trýsta á pílin á myndini.