-Vit vilja hava gott samstarv við føroyingar

-Eg haldi tað órímuligt, um føroyingar hava eina negativa støðu til AP Møller og tess Mærsk feløg. AP Møller hevur altíð gingið føroyska áhugamálum á møti, og tað hevur verið eitt gott samstarv millum AP Møller og teir mongu føroyingar, sum hava arbeitt hjá samtakinum gjøgnum árini sigur nýggi stjórin í Mærsk Contractors, Bjarne Hansen. Meðan uppgáva hansara áður hevur verið at fáa føroyingar og onnur at flúgva við Mærsk verður uppgávan nú at fáa føroyingar og altjóða oljufeløgini at brúka tær tænastur, sum Mærsk Contractors kann veita



Hvat heldur Bjarne Hansen um ta negativu støðu, sum av og á er at merkja í Føroyum móti AP Møller og Mærsk!

-Eg havi sæð hetta í ávísum lesarabrøvum og eri sjálvandi keddur av tí. Eftir míni fatan er tað sera órímuligt, tá hugsað verður um, hvat AP Møller hevur gjørt og ger fyri at taka sær av føroyskum áhugamálum. Føroyar hava altíð átt ein týðandi leiklut hjá AP Møller, antin talan er um føroyingar, sum sigla við skipunum ella tað snýr seg um eitt stadion, sum søkir um stuðul.

-Er orsøkin til hesa negativu støðu frá pørtum av føroyska samfelagnum móti AP Møller kanska ikki nettup tykkara egni




feilur! Mong halda, at tit eru alt ov lítið opnir fyri tí samfelag, sum tit arbeiða í!

-Eg haldi tað er skeivt at siga, at vit í AP Møller eru ikki nóg opin. Men fyritøkan hevur tað grundsjónarmið, at tá tú livir í eini fríari kapping, so skal tú ikki siga kappingarneytunum meira um títt verksemi enn avgjørt neyðugt. Tann støðan haldi eg heldur ikki verður broytt, og hví skuldi ein tað. Soleiðis er tað í forrætningsverðini.

-Men tit vilja vera við í eini oljumenning við Føroyar, og tað eru teir føroyingar sum halda, at tit áttu at verið meira opnir enn tit eru og spæla við meira opnum kortum enn tit gera tað í dag!




-Tað eru fá pláss í heiminum, har ein upplivir, at kortini verða hildin tættari til kroppin enn júst í oljuvinnuni. Men lat meg undirstrika, at tað verður ikki Mærsk Contactors, sum kemur at søkja um nakað í Føroyum. Hetta verður upp til oljufeløgini.

Bjarne Hansen sigur seg heldur ikki vita, hvat Mærsk Olie og Gas kemur at gera í Føroyum, tí tað eru vatntøtt skott millum hesi bæði AP Møller feløgini.

-Vóru tað ikki vatntøtt skott millum Mærsk Olie og Gas og Mærsk Contractors, so hevði einki fremmant oljufelag torað at viljað brúkt Mærsk Contractors. Høvdu hesi skott ikki verið millum feløgini hevði Mærsk Contractors heldur ikki havt nakað trúvirði í altjóða oljuverðini.

Vit spurdu Bjarne Hansen, um tað ikki er so, at AP Møller í dag er við í samráðingum við eina føroyska kommunu um at gera eina útgerðarhavn!

-Vit hava í Mærsk Contractors eina servicedivisión, sum rekur supplyhavnir. Skal ein supplyhavn byggjast í Føroyum og ein ynskir at fáa hjálp til tað uttanífrá, so eru vit í Mærsk Contractors sjálvandi sinnaðir at vera við, men eg vildi trúð, at hetta er nakað, sum føroyingar megna sjálvir.

Bjarne Hansen tók við sum stjóri í Mærsk Contractors 1. september. Til 1. januar fer hann tó eisini at røkja stjórastarvið í Mærsk Air.