Vit ynskja at seta fyridømi

- Tí meldaði Javnstøðunevndin eina fyritøku fyri brot á javnstøðulógina

Fyrr í vikuni byrjaði nógv umtalaða rættarmálið, har Javnstøðunevndin hevur meldað eina fyritøku fyri brot á javnstøðulógina.


Orsøkin er, at fyritøkan í eini starvslýsing søkti eftir einum manni til goymsluna. Nevndin setti seg í samband við fyritøkuna og ávaraði tey um, at lýsingin ikki leyk treytirnar í javnstøðulógini, men stutt seinni søkti fyritøkan enn einaferð við somu starvslýsing. Tað fekk bikarið hjá Javnstøðunevndini at flóta yvir og fyritøkan bleiv meldað til løgregluna fyri brot á javnstøðulógina.


Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini, greiðir frá, at vanliga verða slík mál loyst við at nevndin tosar við arbeiðsgevararnar, men at tað munaði ikki í hesum førinum. Tí valdi Javnstøðunevndin at royna málið í rættinum.


- Lógin er greið. Higartil hevur man tosa fólk til rættis, men hesaferð noktaði viðkomandi at gera nakað við tað. Tá kunna vit ikki bara bakka og siga at vit ikki meina nakað við javnstøðulógina, sigur Ólavur Ellefsen.


Talan er um fyrstu ferð, at lógin verður roynd í rættinum í einum slíkum máli, og metir formaðurin, at orsøkin til, at einki slíkt mál hevur verið áður, er tí at tað altíð hevur eydnast at tosa arbeiðsgevarar til rættis.


- Eg giti tað er tí, at man hevur tosað arbeiðsgevarar til rættis. Tað virkar so óneyðugt, at tað ikki bleiv so hesaferð, men sum eg skilti tað, so vildi man heilt bevíst sláa fast, at kvinnur skulu ikki sleppa at søkja hetta. Soleiðis skiltu vit tað og tí fóru vit víðari við tí. Vit hesum ynskja vit at seta eitt fyridømi. At um tú gert hetta, so fær tað eina avleiðing.


Formaðurin í Javnstøðunevndini vónar, at rætturin í næstu viku staðfestir, at fyritøkan hevur brotið lógina, tí tað sendir eitt sterkt signal um, at munur ikki skal gerast á kynunum.


- Tað hevur týdning, at man sendir eitt klárt signal til arbeiðsmarknaðin um, at tá man søkir eftir fólki, so er tað ikki avgerandi, um tú ert kvinna ella maður, men um tú klárar at lyfta ta lýstu uppgávuna, sigur Ólavur Ellefsen.