Jón Tyril er formaðurin av G! Festivalinum, og hann ásannar, at stevið millum GÍ og G! Festivalin ikki hevur verið av tí besta seinastu vikurnar.
-Vit hava roynt og royna framvegis at finna eina semju við GÍ, sigur Jón Tyril.
Hann greiðir frá, at G! Festivalurin hevur bjóðað GÍ at standa fyri tivolinum í Syðrugøtu, meðan GÍ ynskir bæði at standa fyri tivoli og matsølu, og hesum ynski vil G! Festivalurin ikki ganga teimum á møti.
Togtoganin millum partarnar snýr seg fyrst og fremst um matsøluna, ið vanliga kastar nógvan pening av sær. Hvørgin partur ynskir at geva seg, tí inntøkan av matsøluni hevur stóran týdning fyri raksturin hjá feløgunum báðum.
Jón Tyril fortelur, at í fjør hevði G! Festivalurin eitt undirskot á góðar 150.000 krónur, meðan GÍ hevði eitt fitt yvirskot, og henda gongd má venda, um tað skal verða G! Festivalinum lív lagað.
-Inntøkurnar av matsøluni hava týdning fyri, at G! Festivalurin kann mala fíggjarliga, og tí vilja vit ikki lata matsøluna frá okkum, sigur Jón Tyril.
Sum skilst vann GÍ millum 25- 30.000 í matsøluni í Syðrugøtu í fjør.
Eingin gjógv
-Eg haldi ikki tað ber til at siga, at bygdin er farin í tvey, tí partarnar ikki eru komnir ásamt um samstarv.
Jón Tyril er rættiliga avgjørdur, tá vit spyrja hann um tað ikki er óheppið, at gøtubygd er klovna í tveir partar, nakrar fáar dagar undan G! Festivalinum og Gøtustevnuni.
Hann er av teirri áskoðan, at G! Festivalurin og Gøtustevnan framhaldandi eiga at vera sama vikuskiftið, tí so er møguleiki fyri einum mennandi samstarvi millum partarnar.
-Her er talan um eitt mentanartiltak og eina bygdastevnu. Eg haldi tað er skilagott at hava hesi bæði tiltøk sama vikuskiftið, tí bygdin er lítil, og vit hava tí alla orsøk til at samstarva, heldur Jón Tyril
Vaktarfólk
Í samband við G! Festivalin, hava fyriskipararnir mett, at tørvur verður á fólki til góðar 400 tímar til vaktarhald. Í fjør varð semja gjørd millum GÍ og G! Festivalin um, at GÍ veitti festivalinum vaktarhald, og aftur fyri skuldi ítróttafelagið sleppa at skipa fyri tivoli og matsølu í Syðrugøtu.
Naggatódnin í løtuni millum GÍ og G! Festivalin ber við sær, at G! Festivalurin ikki kann vænta sær vaktarfólk frá GÍ, og hetta kann elva til ein stóran trupulleika.
-Eg dugi snøgt sagt ikki at siga, um vit fara at finna eina semju, men tað skal verða mín vón. Eydnast ikki at finna eina semju, verða vit noyddir at leita eftir vaktarfólki aðrastaðni, sigur Jón Tyril.
Hann leggur afturat, at bæði Gøtustevna og G! Festival vóru í 2002, og tá var G! Festival í Syðrugøtu, og Gøtustevna í Norðragøtu. Tað ber eisini væl til, hóast tað óiva er skilabest og lættast fyri báðar partar at samstarva um tiltøkini.