Fótbóltur
Tað hevur mest sum verið greitt alla tíðina, men tað var so ikki fyrr enn hósdagin, at tað varð staðfest, at Føroyar og Áland skulu spæla finaludystin í kvinnufótbólti á Oyggjaleikunum.
Vita lítið
Eftir dystin hittu vit Eyðvør úr Dímun, og spurdu vit hana, hvørt hon roknaði við, at tað eisini fór at bera til at vinna á Álandi í finaluni.
- Vit vita faktist øgiliga lítið um Áland, men Álvur (Hansen blðm.) hevur so verið og hugt eftir onkrum dysti hjá teimum.
- Tær hava í øllum førum eina kvinnu, sum spælir í svensku fótbóltsdeildini, og annars sigur hann, at tað á liðnum eru tríggjar, sum eru rættiliga góðar, tó at tær ikki á nakran hátt eru betri enn tær bestu á okkara liðið, heldur Eyðvør, sum tó ikki vil seta navn á, tá vit spyrja hvørjar hesar eru.
- Eftir úrslitunum at døma, hava tær á leið somu styrki sum vit, ella kanska eitt sindur minni, men tað ber illa til at meta eftir dystum, sum verða vunnir við so nógvum málum.
- Tær hava tó longu latið tvey mál inn, og tað kundi kanska bent á, at tær hava okkurt veikt lið í verjuni, sum kann vísa seg at vera guff hjá okkara áleyparum.
- Hvussu er og ikki, so vit ógvuliga lítið, og kanska ger hetta heldur ikki so nógv. Undir øllum umstøðum mugu vit fara á vøllin at spæla okkara spæl, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Eyðvør úr Dímun at enda.