Vitan og førleikin størsta týdningin

Neyðugt er við størri játtan til fólkaskúlan fyri at fylla út rammurnar í nýggju fólkaskúlalógini, sigur nýggi landsstýrismaðurin

Nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum er Óli Holm í Vági. Hann skal m. a. stjórna føroyska fólkaskúlanum tað sum eftir er av hesum valskeiðinum, t. v. s. til í seinasta lagi 30. apríl komandi ár.

Men Óli Holm kennir í øllum førum skúlan væl og virðiliga, tí hann hevur seinastu 28 árini verið varaskúlastjóri í Vágs skúla.

? Vitan og førleiki er tað, sum hevur størstan týdning í samfelagnum, segði Óli Holm í útvarpinum beint eftir, at Tjóðveldisflokkurin hevði heitt á hann um at taka við landsstýrissessinum.

Hann segði, at hann vildi virka fyri, at fólkaskúlin fær størri játtan, tí sum er eru als ikki pengar til at fylla út karmarnar í nýggju fólkaskúlalógini.

Óli Holm hevur verið virkin í Tjóðveldisflokkinum í mong ár. Hann hevur verið formaður í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins síðani 1993. Tá skipan Tjóðveldisfloksins herfyri varð broytt, gjørdist hann eisini næstformaður í Tjóðveldisflokkinum.

Óli Holm er 56 ára gamal. hann er útbúgvin lærari frá Nørre Nissum Seminarium og hevur starvast sum varaskúlastjóri í Vági síðani 1973.

Nýggi mentamálaráðharrin er eisini kendur sum ítróttarmaður. Í mong ár spældi hann á fremsta liði hjá VB. Eftir at hann gavst sum aktivur leikari, hevur hann eisini virkað í leiðarahøpi í mong ár. Hann hevur fleiri skifti verið formaður í VB og síðani 1986 hevur hann verið nevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya.

Óli Holm er giftur Elise, og tey eiga fýra børn.