Vit hava nógva vitan í Føroyum, virðismikla servitan á nógvum økjum, men vit duga alt ov illa at gagnnýta hana. Vit duga ov illa at fáa nakran samfelagsvinning burturúr. Vit hava tískil ikki nakað tíðarhóskandi vitanarsamfelag sum nú er, hóast potensialið hjá okkum er stórt. Sjálvt tá fiskivinnan, okkara stolta høvuðsvinna, er í brennideplinum, noyðast vit at ásanna, at vit fáa alt ov lítið burturúr. Ein kendur vinnulívsmaður segði herfyri, at føroyingar duga ikki at selja fisk. Eisini hava granskarar verið frammi og sagt, at føroyska fiskivinnugranskingin hevur alt ov vánaligar karmar. Við øðrum orðum, vit virðismeta ikki vitanina nóg høgt.
Fyri at fáa eitt vælvirkandi vitanarsamfelag, ið kann tryggja okkum eina sterka støðu í einum globaliseraðum heimi, so mugu vit seta okkum hesar spurningar: Hvørja vitan og hvørjar førleikar skal fólkið í landinum hava? Hvønn leiklut skal skúlin hava í samfelagnum? Hvørji virði skal samfelagið grunda á? Og so framvegis. Vit mangla vitan um vitan, vitan um læring og vitan um førleikar. Her hava hægri lærustovnar sum Føroya Læraraskúli og Fróðskaparsetur Føroya (stovnarnir leggja eftir øllum at døma skjótt saman) eyðvitað ein lyklaleiklut. Báðir stovnarnir hava, hóast mong føgur orð um læring og gransking í politiskum kjaki, rættiliga vánaligar umstøður at arbeiða undir. Langt er millum visión og veruleika, tá hugt verður at granskingini og menningini í landinum.
Vitanin í fólkinum er mest týðandi kapitalurin í einum framkomnum seinmodernaðum samfelagi. Hetta hava vit ilt við at taka fyril fult, hóast tey londini, vit vanliga samabera okkum við, eru samd um, at hetta er einasti vegurin fram, um eitt samfelag skal varðveita og styrkja um sína vælferð. Hóast onki annað land í Vesturheiminum hevur so fáar ph.d’arar sum vit, so fáa føroyskir ph.d’arar sjáldan granskingarstørv við vísindaligum avbjóðingum. Vit hava, við øðrum orðum, onki at bjóða teimum, hóast vit siga, at samfelagið hevur brúk fyri teimum. Eisini hava vit dugnalig fólk í útlondum, ið droyma um at koma heim at brúka sína vitan og sínar royndir, men sum tíverri ikki fáa møguleikan.
Vit mangla vitan og hagtøl um sosial, búskaparlig og mentanarlig viðurskifti. Harvið gita vit okkum ofta fram, tá viðkomandi samfelagsviðurskifti verða umrødd. Og úrslitið verður, at vit ikki reiðiliga vita, hvørjar trupulleikar vit hava at dragast við. Hetta er støða, ið annars eyðkennir menningarlond. Uttan vísindaligar kanningar um samfelagið ber illa til at gera langtíðar-strategiir fyri framtíðina, og harvið ræður tilvildin, ið kann kosta samfelagnum dýrt. Og at lata tilvildina ráða er ábyrgdarleyst. Álitið til samfelagið viknar og vandi er fyri búskaparligari afturgongd.
Verkætlanin – at menna vitanarsamfelagið í Føroyum – er meira umfatandi enn mong halda. PISA-kanningin er ein dropi í havinum. Skúlin má fáa hægri tign og virði. Og tað fær hann einans um lærdómur og bókligir førleikar fáa hægri virði í samfelagnum. Hetta er ein uppgáva, ið øll mugu taka í álvara. Tað skal loysa seg hjá børnum at taka skúlan í álvara. Lærarar skulu eisini dagføra sína vitan og sínar førleikar. Her skal Læraraskúlin eyðsæð hava skeið at bjóða. Vitan er í dag nakað, sum allatíðina skal endurnýggjast. Onki stendur í stað. Høvuðsavbjóðingin hjá okkum sum samfelag, er at klára at menna okkum nógv skjótari og smidligari til broyttar umstøður enn vit higartil hava gjørt. Vitan, vitan og meira vitan – hetta er kapitalurin í fólkinum í landinum, ið vit mugu gagnnýta betur um vit ynskja at fáa samfelagið at blóma.
Vitanin í fólkinum er mest týðandi kapitalurin í einum framkomnum
seinmodernaðum samfelagi. Hetta hava vit ilt við at taka fyril fult, hóast
londini, vit samabera okkum við, eru samd um, at hetta er einasti vegurin
fram
Vit mangla vitan og hagtøl um sosial, búskaparlig og mentanarlig
viðurskifti. Úrslitið er, at vit ikki reiðiliga vita, hvørjar trupulleikar
vit hava at dragast við. Hetta er støða, ið annars eyðkennir menningarlond
Verkætlanin – at menna vitanarsamfelagið í Føroyum – er meira umfatandi enn
mong halda. PISA-kanningin er ein dropi í havinum. Skúlin má fáa hægri tign
og virði. Tað skal loysa seg hjá børnum at taka skúlan í álvara