Vinnuframagrunnurin letur stuðul til íverksetarar, áðrenn tey fara undir nýtt virksemi. Á hesum stigi kann íverksetarin søkja um stuðul, ið kann brúkast til at keypa neyðuga serfrøðingaráðgeving innan viðurskifti, sum hava við stovnan av nýggjum virksemi at gera. Eisini letur Vinnuframagrunnurin stuðul til íverksetarar og ung virki, sum í sambandi við hækkan av kapitalgrundarlagi í virkinum kunnu keypa sær neyðuga ráðgeving.
Fyri at fáa stuðul skal virksemi hjá íverksetaranum vera nýskapandi og hava ein marknað uttanfyri Føroyar.
Íverksetarar søkja um stuðul til ráðgeving við at venda sær til Vinnuframagrunnin. Um umsóknin verður gingin á møti, hevur íverksetarin rætt til ráðgeving frá ráðgevum, sum Vinnuframagrunnurin hevur góðkent.
Ráðgevar, ið skráseta seg í Ráðgevarabankanum, skulu hava í minsta lagi 3 ára royndir innan tað økið, ráðgivið verður í. Vinnuframagrunnurin ger av, um ein ráðgevi verður skrásettur í Ráðgevarabankanum.
Vinnuframagrunnurin fer í næstum at skipa fyri kunningartiltaki fyri ráðgevar hjá íverksetarum, har ætlanirnar við Ráðgevarabankanum verða lýstar nærri.
Ráðgevarabankin er at finna á www.vfg.fo.